Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í frágreiðingini "Í góðum hondum", sum kom út í apríl í ár, verður skotið upp at byggja størri eindir. Í frágreiðingini stendur: "Skotið verður upp at umskipa teir 37 bústovnarnar hjá Almannaverkinum í størri eindir, soleiðis at raksturin verður bíligari og eindirnar sterkari. Við størri stovnum verður møguleikin fyri at hækka og halda tað fakliga støðið betri." Hesum havi eg sæð fleiri valevnir taka undir við

Eg havi sjálv starvsroyndir frá størri og minni búeindum. Og eg haldi, at vit mugu hugsa okkum væl um, tí mínar royndir eru, at minnu eindirnar virka nógv betri – bæði fyri starvsfólk og búfólk. Tað kann vera, at ein kann spara nakað við at leggja tað saman, men hvat er vunnið, um trivnaður og lívsgóðska ikki fylgja við.

Tí gleddi tað meg at síggja MEGD ávara um at byggja stórar bústaðareindir, tí trivnaðurin og lívsgóðskan hjá húsfólki má koma í fyrstu røð. MEGD vísir samstundis á vandan fyri at bústaðirnir gerast ov stovnskendur.

Alt má lýsast væl frá øllum sjónarhornum, árðenn ein fer at byggja stórar stovnar. Og ein viðkomandi spurningur er, hvat ynskja eg og tú at okkara heim skal innihalda. Ynskja vit at skula fyrihalda okkum til 50 onnur búfólk hvønn dag?

Vit eiga at byggja heim og ikki stovnar

Jóhanna Syderbø Grúkaskarð
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo