Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kommunala reglugerðin um óljóð frá skipum verður als ikki vird, og hon leingir í veruleikanum bara um status quo. Kommunurnar samstarva ikki, og tað kemur millum annað til sjóndar tá skip, sum ikki sleppa í eina havn at liggja tí tey larma ov illa, bara fara í eina aðra havn at leggja seg.

- Hartil hevur Umhvørvisstovan frásagt sær umhvørviseftirlitið á kommunalu havnunum, og tí er einki eftirlit yvirhøvur, hvussu kommunurnar handfara kommunalu reglugerðina, og tað hevur havt við sær, at tað als onga avleiðing fær, at kommunurnar bróta kommunalu reglugerðina, sigur Heimafriður eisini í hoyringssvarinum til eftirmetingina, sum skuldi vera liðug í dag.

Í hoyringsskrivinum kemur eisini fram, at allar skjalfestar mátingar, sum eru gjørdar á Signabø, vísa eitt ov høgt ljóðvirðið í mun til alttjóða markvirðir og tað, ið menniskju tola.

- Felagið metir, at tað skal verða strangliga álagt havnamyndugleikum at handla uppá klagur frá borgarum. Um ein klaga kemur frá borgara, um at tey verða órógvað av larmi frá skipum, skal havnamyndugleikin boða bæði skipi og reiðaríi frá og krevja, at skipið dempar larmin umgangandi – og vísa skipinum úr havnini, um hetta ikki verður fylgt. Vit vilja minna á, at ljóðmátingar, í sær sjálvum, ikki minka um larmin ella betra um svøvnin hjá fólki. Vit vilja eisini minna á, at larmur eisini er heilsuskaðiligur fyri tey, sum ikki klaga og kanska enntá halda seg tola larmin væl. Fólk, sum búgva nærendis hesum ágangi eru í øktum vanda fyri álvarsligum heilsuvandum, sigur Heimafriður í tíðindaskrivi í morgun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo