Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Almannamálaráðið leggur í uppskoti til kunngerð um heimatænastu og eldrarøkt o.a., ið er dagfest 30. august 2022, upp til, at gjaldið fyri vistarhald (mat), tænastur (røkt og praktiska hjálp) og heimahjálp skal regulerast og hækkast.

Pensjónistar, ið hava høga privata pensjón, ella høga tænastumanna-pensjón, kapitalvinning v.m. afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta, kunnu ivaleyst gjalda eitt hægri gjald fyri vistarhald, tænastur og heimahjálp. (Seinnu árini hevur gjaldið fyri vistarhald verið 3.686 kr. um mánaðin, hægsta gjald fyri tænastur 6.852 kr. um mánaðin og mesta gjald fyri heimahjálp 177 kr. um tíman).

Hóast hesi gjøld nú verða hækkað, eiga gjøldini ikki at verða broytt á slíkan hátt, sum uppskotið hjá Almannamálaráðnum leggur upp til.

Prinsippið um ókeypis heimahjálp til lágløntar fólkapensjónistar eigur at verða varðveitt. Fólkapensjónistar, ið einans ella nærum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, eiga onki at gjalda fyri heimahjálp.

Sambært galdandi reglum um gjald fyri heimahjálp (Kunngerð nr. 160 frá 9. des. 2020 um gjald fyri heimarøkt og tænastur) verður nevniliga í § 16, stk. 3, ásett: ”Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr. verður ikki goldið fyri heimahjálp”. Staðfest verður sostatt í hesari kunngerð, at lágløntir pensjónistar onki skulu gjalda fyri heimahjálp.

Pensjónistar, sum hava onga ella lága inntøku afturat pensjónini og samhaldsfasta, eiga eisini í framtíðini at sleppa undan at gjalda fyri heimahjálp. Í hesum sambandi kann nevnast, at í Danmark verður onki gjald tikið fyri heimahjálp. Í Danmark gjalda hvørki fátækir ella ríkir pensjónistar nakað gjald fyri heimahjálp.

Ásetingin í § 1, 5. pkt., stk 5, í uppskotinum hjá Almannamalaráðnum um hækkan av gjaldi fyri heimahjálp, har ásett verður, at pensjónistur við inntøkugrundarlag upp til 50.000 kr., rindar 10 prosent av hægst møguliga gjaldi sambært stk 3., eigur tískil at verða strikað.

Vit eiga at varðveita verandi solidarisku skipan um heimahjálp, sum ger, at lágløntir pensjónistar, sum hava inntøku, ið er lægri enn 50.000 kr., onki skulu gjalda fyri heimahjálp. Gjaldið fyri heimahjálp eigur í staðin at vera stigvíst hækkandi, soleiðis at pensjónistar, ið hava høga inntøku afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta, skulu gjalda eitt lutvíst hægri gjald fyri heimahjálp.

Vit eiga at leggja okkum í geyma, at meira enn 50 % av fólkapensjónistum í Føroyum hava onga ella sera lága inntøku afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta.

Harumframt eiga vit at taka atlit til, at nú prísirnir á gerandisvørum sum mati, olju og el eru nógv hækkaðir, og nógvir lágløntir pensjónistar tískil longu nú hava ilt við at fáa endarnar at hanga saman, er órímuligt at leggja stein omaná byrðu hjá hesum bólki, við at leggja gjald á fyri heimahjálp.

Ingrid S. Henriksen
varanevndarlimur í Eldraráðnum í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo