Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Heimatænastan í Vágum og Skúlin á Giljanesi ganga saman í samstarv, sum byrjar mánadagin 9. november.

Á skránni er:

Kl. 14.00: Fyribyrgjandi venjingar

Kl. 15.00: Sune Jacobsen, borgarstjórar, bjóðar vælkomin og Rósa Samuelsen, borgarstjóri,  greiðir frá komandi virksemið og týdningin av tí. Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, sigur nøkur orð

Kl. 15.15: David Johannesen prestur og rithøvundur, hugleiðir um “tilveruspurningar.”

Fyribyrgjandi rørsluvenjingarnar flyta mándagin 9. november inn í fimleikarhøllina og auluna í Skúlanum  á Giljanesi. Í hesum sambandi verður eisini víðkað um virksemið.

Venjingarnar koma framhaldandi  at verða hvønn mánadag og hósdag kl. 14, og hava til endamáls at økja um styrki, fimi, javnvág og konditión.

Vit síggja hetta sum eitt gott høvi at seta sosiala samveru á breddan, og tí verður  tilboðið víðkað við fyrilestrum og øðrum tilboðum annan hvønn mánadag. Endamálið er at fyribyrgja einsemi og betra um vælveru, lívsgleði og góðsku í tí dagliga. Vit hava gjørt samstarv við skúlan og gleða vit okkum til hetta.

Koyriskipanin heldur fram sum vanligt, men í morgin mánadagin  9. november og tá fyrilestrar verða, koyrir bussurin heim við fólki um leið  kl. 16.00.

Vit bjóða kaffi/the og okkurt afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tey, ið ikki ganga til fyribyrgjandi venjingar, og kundu hugsað sær at lurta og hátíðarhalda løtuna saman við okkum, eru vælkomin  kl. 15.00.
 
Heimatænastan í Vágum og Skúlin á Giljanesi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo