Heimsbankin letur 4,5 milliardir dollarar afturat til Ukraina fyri at hjálpa landinum at «varðveita týðandi tænastur og sentralar stjórnarfunksjónir á nasjonalum og regionalum støði», skrivar CNN.
Pengarnir skulu brúkast til løn til starvsfólk á sjúkrahúsum, í skúlum, til pensjónir til eldi og løn til almenn starvsfólk og sosialar tænastur, sambært fráboðan frá Heimsbankanum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo