Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

30. nov. 1947 samtykti ein tepur meiriluti í ST at býta Transjordani í tvey og viðurkenna statin Ísrael, um formlig undirtøka fekst frá jødum og arabum.

USA við Truman forseta á odda atkvøddi sjálvsagt fyri, tí flestu amerikanarar tá vóru kristin og trúðu á profetiini í Bíbliuni.

Sovjet atkvøddi eisini fyri, tí Stalin diktator væntaði, at tann tá sterki ísraelski Labour-flokkurin fór at stuðla sosialistiska Sovjet-blokkinum í ST.

Tá vónin hjá sovjetleiðaranum brast, kúvendi hann. Sovjet, eins og seinni Rusland, hava stuðlað arabisku fíggindum Ísraels síðan.

Ísraelar góðtóku uppskotið um eitt frælst lítið Ísrael, sum ST-beyð teimum, men arabar havnaðu samtyktini og hóttu við kríggi.

Theodor Hertzl og David Ben-Gurion
Longu í 1880-unum legði eysturríkski jødin, Theodor Hertzl, hugmyndastøðið undir Zionismuna við tí stevnu at tryggja jødum egið heimland og móðurmál.

Síðan eru jødar úr flestu heimsins londum fluttir heim til sítt í Torah og Bíbliuni lovaða landið kring Jerusalem. Eftir kríggið eru 6 mió flutt heim.

14. mai 1948 stovnaði ein bert 30 minuttir langur tjóðfundur í Tel Aviv við David Ben-Gurion á odda verðsliga statin Ísrael og boðaði heiminum frá tí.

Ísrael var lítið, og hesin tá 62 ára gamli pólski jødin ‘enn minni’ - bert 157 cm høgur og leiðari í Israelska Labour og síðan fyrsti forsætisráðharri Ísraels.

Síðan 1948 hevur 14. mai verið tjóðardagur Ísraels. Jødastaturin fyllir tí 75 ár í morgin. Fá høvdu í 1948 væntað Ísrael so langa livitíð.

Longu dagin eftir stovnanina lupu øll tey arabisku grannalondini á Ísrael og hava síðan ført 3 kríggj. Ísrael hevur vunnið øll.

800.000 jødar eru flýddir til Ísrael úr arabiskum londum, har tey búðu í 2000 ár.

Ísrael er enn einasta fólkastýrda, persónligt frælsa, javnstøðuland í Miðeystri.

Flest onnur fólkasløg horvin
Eftir 1800 ár í útlegd við ófatiligum mótgangi og forfylging, til síðst enntá jødatýningina í Nazitýsklandi, upplivdu jødar at fáa sítt lyftisland aftur.

Fornu egyptar, babylonar, assýrar, persar, grikkar, rómverjar o.o. fólkasløg settu síni djúpu spor. Tey fyltu nógv í stytri og longri tíðarskeið í søguni.

Men teirra bjørtu glæmur eru allar horvnar av heimsøgunar stjørnuhválvi.

Bert eitt fólkaslag hevur livað prófast í yvir 4.000 ár, ið enn er í besta skapi.

Onkur segði, “Besta prógv fyri, at Gud og Jesus eru til, liggur í søgu jødanna.”

75 ára føðingardagsheilsan
Jødarnir eru upprunin til okkara jødisk/kristnu lívsvirði. Tí henda tøkk og heilsan á føðingardegnum í morgin, 14. mai.

Í Jeruslem og forna Athen stóðu vøggugangararnir hjá okkara vesturlendsku sivilisatión.

Jødarnir taldu bert 1% av mannaættini, tá Zionisman varð stovnað.

Nú eru 14 mió fólk (harav 8 mió í Ísrael), bert 0,2% av heimsins íbúgvum.

Men jødarnir hava vunnið 22% av øllum Nobelprísum, 197 virðislønir íalt.

Sammett við tað hava 1400 mió muslimar, 22% av heimsins íbúgvum, bert vunnið 11.

Miðal ársinntøkan hjá teim 8 mió Ísraelum er nú $ 54.000 (móti bert $ 4-5.000 í grannalondum).

Í 1948 byrjaðu tey á sama støði.

Jødarnir nú aftur offur fyri hatri
Einki fólkaslag skarar eftir fólkatali meiri framúr enn jødarnir - sum listarfólk, høvundar, heimspekingar, tónasmiðir og tónleikarar, filmsfólk, professarar, útgevarar, banka- og fíggjarflogvit, handils- og vinnulívsmenn, sálar- og løgfrøðíngar, læknar og vísindafólk í øllum greinum.

Jødarnir hava hildið fast um sína trúgv og samleika.

Tey hava klárað seg so væl, at einki fólkaslag hevur kveikt størri øvund í øðrum fólki og meiri hatur farnu 2.000 árini.

Einki land hevur verður so jagstrað í ST (háborg tollyndisins) sum Ísrael.

Einki land má umbera seg fyri at vera til og biðja um loyvi og frið at liva.

Men FBI-hagtøl vísa nú, at í USA verða 55% av øllum hatursbrotsverkum framd móti teim bert 2% av amerikanarum, ið eru av jødiskari ætt.

Jødarnir hava altíð hugtikið onnur
Jødarnir hava hugtikið heimsins úrmælingar. T.d. fingu jødar hesi skoðsmál frá:

Wolfgang Gøthe: “Sjálvt minsti jødin hevur høg mál í lívinum. Jødar eru mest ódeyðiliga fólkaslag í søguni.”

John Adams (Am. forseti): “Sjálvt um eg var gudsnoktari, hevði eg tó verið sannførdur, at lagnan hevði valt jødarnar út til at sivilisera allar aðrar tjóðir.”

Leo Tolstoy: “Jødin er ímynd av ævinleikanum. Tað er hann, ið hevur varðveitt profetisku boðini og teir objektivu, ævigu sannleikarnar.”

Winston Churchill: “Summum dámar og øðrum dámar ikki jødar. Men eingin hugsandi maður kann nokta, at jødarnir eru mest frábera fólkaslag, sum hava gingið á hesi fold.”

Eric Hoffer: “Jødarnir eru eitt serligt fólkaslag. Tað, ið er loyvt øðrum, er bannað jødum.

Flest lond hava hertikið og rikið onnur fólkasløg burtur, og eingin hevur tosað um varandi flóttatrupulleikar.

Men eftir at arabisku grannarnir lupu á Ísrael tríggjar ferðir, hava palestinar gjørt seg til varandi útlagin offur fyri jødiskum ágangi.

Onnur lond vinna kríggj og diktera friðartreytirnar. Ísrael vinnur kríggj, men má biðja um frið frá sínum sigraðu fíggindum.”

Mark Twain: “Ísrael hevur sæð øll síni samtíðarfólk upp gjøgnum 4.000 ára søguna hvørva. Bert jødarnir standa eftir og sýna eingi ellisbrek, eru enn líka spelkin, frísk og ferðug. Hvat er loyndarmálið við jødanna ódeyðiligleika?”

Næsta ár í Jerusalem”
Í øldir stríddist ísraels fólk fyri at yvirliva, altíð forfjónað, vanvird, øvundað og forfylgd, har tey búðu, ongantíð fast, altíð á flukt.

Tey mistu móðurmálið, hebraiskt, og brúktu málini í vertslondunum í 1800 ár.

Men Zionisman fekk sær tað stavnhald at kveikja lív aftur í bíbliumálið.

Sum eindømi í søguni eydnaðist zionistunum at gera hebraiskt aftur til talað og skrivað móðurmál í statinum Ísrael.

Tá jødar hittust, heilsaðust tey: “Næsta ár í Jerusalem” og “Shalom”, ið merkir ‘friður.’

Síðan Rómverjar koyrdu jødarnar úr Ísrael í 135 e. Kr, og ‘diasporaðin’ byrjaði, máttu jødarnir lata sær lynda ikki at uppliva Jerusalem.

Men 14. mai 1948 fingu tey sítt móðurland aftur og Jerusalem, sín óbýtta høvuðstað síðan 1967, har tjóðartingið Knesset og stjórnarvaldið nú eru.

Dávid sálmaskaldið yrkir: “Gloymi eg teg, Jerusalem, so visni høgra hond mín.”

Vit enda hesa heilsuna til týdningarmesta landið í heiminum, ‘Guds eygnastein’, við orðinum “Shalom Ísrael.”

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo