Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Najib Razak, sum einaferð var forsætisráðharri í Malaisia er farin inn at sita, eftir at hann nú hevur tapt seinasta kærumøguleika og sostatt er funnin sekur í at hava mutrað og stolið tað sum svarar til 7,5 milliardir krónur í okkara pengum. Talan er um heimsins størsta mál av sínum slagi, har ein stats- ella stjórnarleiðari beinleiðis fer inn at sita fyri nakað líknandi.

Hann skal sita í 12 ár og gjalda 350 milliónir krónur í bót. Men fleiri onnur sakarmál eru á veg ímóti honum, og tí er ikki óhugsandi, at hann verður sitandi handan rimarnar nógv longri enn tey 12 árini.

69 ára gamli Najib Razak er elsti sonur hjá Abdul Razak Hussein, sum eisini var forsætisráðharri til hann doyði í 1976. Síðani hevur sonurin sitið í tjóðartinginum og eisini manna fleiri størv á ovastu rók, eitt nú sum forsætisráðharri í fleiri ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo