Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hon varð oftani skýrd at vera heimsins vakrasta kvinna - italski sjónleikarin, modellin og myndatakarin Gina Lollobrigada, sum spældi saman við so kendum sjónleikarum sum Humphrey Bogart, Burt Lancaster, Tony Curtis og Frank Sinatra.

Av kendum filmum, sum hon var við í, kunnu nevnast Klokkarin í Notre Dame frá 1956, har hon hevði høvuðsleiklutin sum Esmarelda og Anthony Quinn spældi klokkarin. Og "Vit hittast við Rivieraina" frá 1961 har hon spældi saman við Rock Hudson.

Sjálv segði hon, at hon ongantíð hevði nakrar stórar ætlanir um at blíva filmsstjørna. Hon vildi heldur vera listarkvinna og taka myndir. Eitt nú slapp hon í 1973 í 12 dagar at vera í hølunum á fyrrverandi kubanska leiðaranum Fidel Castro og avmynda hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo