40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SMS: Tað er ein søguligur dagur í SMS í morgun, nú heimskenda sushi-matstovuketan Sushi Daily hevur latið eina deild upp í SMS.

Tað var koreanska Kelly Choi, sum á sinni stovnaði Sushi Daily. Hon var flutt til Fraklands við dreyminum um at gera mótasniðgevi, men tá ið hetta ikki eydnaðist, skrivaði hon til risastóru fronsku handilsketuna Carrefour, og eitt sindur óvæntað fekk hon loyvi til at gera sushi inni í matvøruhandlinum, meðan maður hennara deildi út smakkiroyndir og seldi sushi.

Í dag hevur Sushi Daily fleiri enn 1.000 deildir í 11 ymiskum londum í Europa, og nú verða Føroyar so eisini ein partur av heiminum hjá navnframu sushi-ketuni.

Best í heiminum
Sushi Daily strembar eftir at bjóða bestu góðskuna av sonevndum “Happily Handmade Sushi” á viðkomandi staðsetingum kring Europa. Sølustøðini hjá ketuni eru smáir heimar av skapanargleði, har teirra dugnaligu serfrøðingar gera frískt og lekkurt sushi beint framman fyri.

Øll søgan handan Sushi Daily byrjaði við einum lyfti. Eitt lyfti, sum bleiv givið av stovnaranum Kelly Choi til hennara mentor, sushimeistaran Yamamoto-San. Hon lovaði honum, at atkoman og góðskan skuldu ganga hond í hond, og at Sushi Daily altíð skuldi stremba eftir at gera besta sushi í heiminum.

Sushi Daily letur upp í SMS í dag 12. apríl. Tað sermerkta við Sushi Daily í SMS er, at her er talan um eina veruliga matstovu, meðan tað í allarflesti førum aðrastaðnis er talan um sølustøð heldur enn matstovur.

Tað verður eisini møguligt at bíleggja á netinum á síðuni www.sushidaily.fo og heinta á matstovuni í SMS.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo