Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Hetta er fyrsta ætlan av sínum slagi í Føroyum. Á sumri 2014 vórðu gjørdar áhugaverdar jarðhitaboringar á Lygnnesi í Kollafirði, haðani tað rann vatn upp úr holunum av yvirtrýsti í undirgrundini.

Hitin á hesum vatni er umleið 27 °C, og tað hevur funnið eina fasta legu, har tað renna tilsamans umleið 16 tons av vatni upp um tíman.

Til samanbering er kelduvatn ella brúksvatn í Føroyum vanliga einar 9-10 °C, tá tað kemur úr krananum, so hetta vatnið er 17 °C heitari, og í orku svarar henda nøgd av vatni til 350.000 litrar av olju. Hetta er gott og væl tað, sum Svimjihøllin í Gundadali, Eysturskúlin og Lágagarður tilsamans brúka um árið í olju til upphiting.

Á Lygnnesi, har vatnið streymar upp, eru bert vanlig sethús, sum kunnu fáa gagn av heita vatninum til upphiting. Um ein rørleiðing uppá umleið ein kilometur verður løgd frá heitu kelduni, kundu kommunalu stovnarnir, ið liggja inni við Sjógv, skúlin, ítróttarhøllin, svimjihylurin, læknaviðtaluhølið o.o. brúkt eina felags hitaskipan við hesum heita vatni.

Fleiri uppskot hava verið frammi um, hvussu heita vatnið á Lygnnesi kann nýtast til upphiting av kommunalu bygningunum, sum liggja inni við Sjógv. Enn hevur einki borið á mál.

Umsitingin metir, at tað er týdningarmikið, at kommunan umsíðir fær sett í verk eina grøna verkætlan at gagnnýta heitu kelduna á Lygnnesi. Nýggi barnagarðurin Kura verður upphitaður við jarðhita. Sostatt høvdu allir kommunalu bygningarnir í Kollafirði verið upphitaðir við varandi orkukeldum.

Býráðið samtykti í 2016 umhvørvispolitikkin ‘Grøna Leiðin’, har kommunan hevur sett sær sum mál at skerja CO2-útlátið við at gera ymisk orkusparandi átøk. Eitt av málunum er at knýta kommunalu bygningarnar í varandi orkukeldur.

Somuleiðis er ein orkupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu, har stórur dentur verður lagdur á at leggja um til grønar ella varandi orkukeldur. Hetta tí, at upphiting av bygningum er størsti orkuslúkurin í CO2-roknskapinum hjá Tórshavnar kommunu, nevniliga 41%.

Umlegging frá olju til varandi orkukeldur í sambandi við upphiting er avgerandi, um kommunan skal røkka málinum, sum sett er um 50% minni útlát av CO2 í 2027. Burðardygg orka er somuleiðis eitt av heimsmálunum hjá ST.

Ítøkiliga verkætlanin, at gagnnýta heitu kelduna í Kollafirði til upphiting av kommunalu bygningunum inni við Sjógv, er tískil beinleiðis í tráð við umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu.

Nevnast kann eisini, at hóast hesir kommunalu bygningar verða upphitaðir við orku frá heitu kelduni, so er framvegis hitaorka tøk til at knýta umleið 125 sethús aftrat í orkuna frá heitu kelduni. Tað kundi t.d. verið húsini, sum liggja eystanfyri skúlan við Sjógv, ella nýggja útstykkingin á Lygnnesi.

Eitt uttandura vælveruøki við hitapottum ella líknandi kann eisini gerast á økinum við svimjihylin, um tað er nóg mikið av avlopsorku til hetta.

Kostnaðarmetingin fyri samlaðu verkætlanina er umleið 7.500.000 kr. Mælt verður til at gera eina meiri nágreiniliga meting av samlaða kostnaðinum fyri ætlanina. Við verandi prísum hjá Magn og SEV verða rakstrarútreiðslurnar mettar at vera minst 50% lægri.

Viðlíkahaldið av hesari orkuskipan umfatar eftirlit av hitapumpum og vatnpumpum. Harafturímóti slepst undan viðlíkahaldi av ketlum, skorsteinum og oljutangum.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið hevur játtað stuðul til verkætlanina sambært umsóknini, ið send varð. Stuðulin er áljóðandi 1.000.000 kr, treytað av at verkætlanin er byrjað í seinasta lagi triðja ársfjóring 2022, og at Tórshavnar kommuna veitir somu upphædd til verkætlanina.

Verkætlanarleiðslan og fíggjarligi raksturin verður hjá Tórshavnar kommunu. Jarðfeingi er við sum jarðfrøðiligur serkunnleiki og fakligur samstarvsfelagi.

Í sambandi við leiðingina, sum skal leggjast frá Lygnnesi til kommunalu bygningarnar, verður kannað, um til ber at leggja vatnrørið í niðara borði omanav landsvegnum omanfyri Lygnnes. Á henda hátt slepst undan at grava upp veg ella gongubreyt. Eisini er møguligt at leggja rørið, so møguligir avstikkarar og “nærhitaskipanir“ kunnu gerast til býlingarnar í økinum norðureftir móti kommunalu bygningunum.

Umsitingin mælti til at játta eina miljón til beinanvegin at fara undir verkætlanina. Náttúru- og umhvørvisnevndin tók 22. august undir við tilmælinum, og tað gjørdi fíggjarnevndin eisini 24. august.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo