Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Norðlýsið: 07Vestur endaði á 3. plássi í 1.deild í ár, men munurin bleiv at enda stórur upp til tey bæði fremstu liðini.

Men nú skulu vágamenn uppaftur í bestu deildina. Tað hevur felagið sett sum málsetning fyri 2016.

Martin Tausen og Ivan Stojkovic eru komnir úr TB, har teir í fleiri ár vóru millum berandi kreftirnar. Hendrik Olsen er formaður í 07Vestur.

- Vit ætla okkum uppaftur næsta ár. Tað skal eingin ivi vera um tað. Men tað ætla vit fyrst og fremst at gera við okkara egnu leikarum, har teir flestu eru ungir.

- Vit hava styrkt um liðið við tveimum royndum leikarum í Martin Tausen og Ivan Stojkovic, meðan vit hava mist málverjan Kristian Joensen.

- Tað hevði verið gott at fingið fleiri royndar leikarar afturat, men hetta er ikki avgjørt enn, sigur Hendrik Olsen við Norðlýsið.

Seinast 07Vestur var í bestu deildini var í 2013.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo