Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg nokti at trúgva, at ein meiriluti í býráðnum ynskir, at útflutningsvinnan og tímalønt verða rikin av havnaøkinum, hóast havnameistarin greitt og skilagott hevur víst á, at tað ikki ber til.

Tá einstakir býráðslimir nú vísa á, at tað bert neyðugt við 4.000 kvm at spæla komediu á, so kann ein og hvør rokna út, at tað svarar til átta trivalig sethúsagrundstykkir á 500 kvatratmetrar hvørt, sum nú skulu burtur av havnaøkinum.Tá verður ikki nógv eftir. Tað er eyðsæð hjá teimum, sum tíðum ferðast á økinum.

Sum eg vísti á í øðrum lesarabrævi, so ferðast eini 500.000 fólk um árið á økinum kring farstøðina á Eystaru bryggju hvønn dag. Hesi verða nú øll blakaði út í óvissuna.

Talan er um fólk sum koma og fara við Smyrli, ferðandi við bussi, umframt ein ørgrynna av fólki, sum dagliga sirkulera runt farstøðina, við teimum ørindum at fylgja familju og vinfólkum avstað, ella taka ímóti fólki.

Nú skulu øll hesi ruddast av vegnum. Hvar tey skulu fara, veit eingin. Fyri mær er tað óskiljandi, at man bara soleiðis kann siga, at hesi skulu fjernast. 

Eg vóni at býráðspolitikarar ikki fara víðari við verkætlanini. Til dømis vóru til túrin seinnapartin í gjár av Krambatanga átta stórir konteynarar, betongbilur og nógv onnur vinnulig útgerð við Smyrli, sum skuldu uppá hetta havnaøkið, sum nú skal brúkast til komediuspæl.

Henrik Old, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo