Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forsetasvitan umborð á Basra Breeze.

Forsetasvitan umborð á Basra Breeze.

Einaferð vóru marglætisjáttirnar hjá fyrrverandi irakiska leiðaranum Saddam Hussein tekin um hansara ríkidømi og vald. Nú liggur ein teirra holvd í eini á og ein onnur skal kanska brúkast til museum.

Al-Mansur varð bygd í 1980unum, hon hevði forsetasvitur, landingarpláss til tyrlu og eitt risastórt atrium við gulli og marmori. Men í dag liggur játtin koppað í Shatt-al-Arab ánni sum rennur ígjøgnum Basra. Alt sum hevur nakað virði er langtsíðani rubbað av teimum lokalu og summir sum fiska í ánni siga, at játtin er vælegnað til seiðaberg. Hon hevur ligið har síðani 2003, tá londini sum lupu á Irak og koyrdu Saddam Hussein frá søktu hana.

Eitt av hinum skipunum, Basrah Breeze, hevur fingið eina eitt sindur lagaligari lagnu, fyribils í hvussu so er. Skipið, sum forrestin varð bygt í Helsingør skipasmiðjuni í 1981, hevur fleiri svimjihylar og eina skipan til at skjóta rakettir við. Eftir kollveltingina var ætlanin at gera skipið til hotell. Men tann ætlanin bleiv slept, og nú verður kjakast um, hvørt tað skal gerast til eitt savn ella um tað skal høggast upp.

Forsetasvitan umborð á Basra Breeze.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo