Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frelsunarherurin: Leygardagin 1. Apríl 2023 fyllir Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár. Tað var 1. Apríl í 1998, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp fyrstu ferð. Tilboðið til heimleys var kalla “ein song fyri náttina”.

Fyrsti leiðarin á Herberginum var Niels Edvard Olsen, sum eisini var soldátur í Frelsunarherinum.

Tankin um eitt tilboð fyri heimleys kom nøkur ár fyrr, á leið 1994. Tað var í samband við umbyggingina av salinum, at tað bleiv kunnugt fyri soldátum í “korpsinum”, samkomuni, at tað vóru menn sum svóðu í bussskýlinum í Steinatúni. Korpsleiðarin og soldátar tóku stig til at keypa húsini, undir liðini á salinum í Tórsgøtu og settu seg í samband við økisleiðsluna hjá Frelsunarherinum.

Keypta húsið bleiv sett í stand til herberg, og tað vóru soldátar og vinir úr korpsinum sum gjørdu sjálvboðna arbeiðið.

Tað kann nevnast, at ein av teimum allar fyrstu sum svóðu á Herberginum, meðan tað stóð undir umbygging, er núverandi leiðarin á Herberginum.

Í samband við føðingardagin, verður samkoma uppi á Herberginum, Leygardagin 8. Apríl.

Samkoman byrjar kl 14:00. Tað verður skonkt kaffi og serverað lagkøka. Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum spælir og leiðarin í Herberginum, Martin Kúrberg, bjóðar vælkomin. Fyrrverðandi leiðarin á Herberginum, Niels Edvard Olsen, hugleiðir um Herbergið frá byrjan og til nú.

Øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo