Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd Hagstovan

Mynd Hagstovan

Mynd Hagstovan

Hagstovan:  Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya ger nú partar av heimloysinum upp í Føroyum. Uppgerðin vísir, at øll kømrini á báðum herbergunum vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør.

Ikki umstøður at hýsa fleiri heimleysum á herbergunum
Herberg er gististaður til heimleys, har uppihaldstíðin avmarkað og er ikki ætlað sum langtíðarbústaður.

Í fjør búðu 26 fólk nærum allar mánaðirnar á herbergunum, og í januar í ár vóru tey 27 í tali. Hagtølini vísa samstundis, at seinasta árið hevur verið millum lítil og eingin útskifting av fólkunum, sum búgva á herbergunum.

Uppgerðin vísir, at kømrini vóru upptikin mest sum allar dagar í fjør. Nýtslustigið á herbergunum er so statt hundrað prosent. Tað eru við øðrum orðum ikki kømur til at hýsa fleiri heimleysum á herbergunum. Í fjør vóru 26 kømur og í januar kom eitt afturat og kømurini vóru soleiðis 27 í tali.

Nýtslustigið á náttarherginum lægri í summarmánaðum
Náttarherberg neyðhýsir fólki og er ætlað teimum, sum ikki hava fastan bústað. Hesi fólk skifta ofta millum ymiskar bústaðir.

Herbergið í Tórshavn er eisini eitt náttarherberg og hevur tvey kømur er til endamálið. Uppgerðin, sum er frá 2022 er stutt, men uppgerðin vísir, at gistinæturnar og nýtslustigið sveiggja frá mánað til mánað. 

Í januar í ár vóru sekstan persónsgistinætur á náttarherberginum. Til samanberingar vóru persónsgistinæturnar 48 í tali sama mánað í fjør.

Ávísar mánaðir í fjør var nýtslustigið á náttarherberginum yvir 100 prosent. Tað merkir, at tað hava verið fleiri fólk enn kømur. Eyka seingjarmadrassur eru tá nýttar til at hýsa fólki í hesum tíðarskeiðnum. Hinvegin var nýtslustigið summarmánaðirnar í fjør munandi lægri enn hinar mánaðirnar.

Á náttarherberginum er størri útskifting av fólki enn á herbergunum. Tað eru millum tvær og átta innskrivingar á náttarherbergi mánaðarliga. Ein innskriving kann vara meira enn eina nátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo