Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Frakland hevur leikt seg í HM-finaluna fyri fjórðu ferð í søguni.

Hetta er greitt, eftir at Frakland í kvøld vann 2-0 móti Marokko.

Fraklendingar løgdu fyri sum eitt óløgi við máli frá Theo Hernández í 5. minutti, og ilt gjørdist verri hjá marokkanum eftir 20 minuttir, tá stjørnuleikarin hjá teimum í miðverjuni Roman Saïss mátti fara út við skaða. 

Marokkanar fótaðu sær aftur móti endanum av fyrsta hálvleiki, og í seinna hálvleiki gav norðurafrikanska liðið alt, ið tað átti, og var óheppið ikki at skjóta í minsta lagi eitt mál.

Í hinum endanum vóru fraklendingar heldur neyvari, og júst innskifti Randal Kolo Muani økti um munin í 79. minutti eftir upplegg frá Kylian Mbappé. 

2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið av hálvfinaluni, og Frakland hevur harvið leikt seg í finaluna í heimsmeistarakappingini hjá monnum fyri aðru á ferð. 

Í 2018 vann Frakland móti Kroatia í finaluni, í 2006 tapti Frakland móti Italia eftir brotsspørk, og í 1998 vann Frakland 3-0 móti Brasil á Stade de France. 

Í finaluni sunnudagin skal Frakland leika móti einum øðrum landi, sum eisini hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. 

Argentina, mótstøðuliðið hjá Fraklandi sunnudagin, vann HM í 1978 og so aftur átta ár seinni, í 1986.

Í bronsufinaluni, sum verður leikt leygardagin, hittast Marokko og Kroatia. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo