Mourinho mátti tveita bæði Zlatan Ibrahimovic og Marcus Rashford inn á vøllin í seinna hálvleiki, fyri at veita einum veikum Wayne Rooney hjálp har frammi, áðrenn sigurin var tryggur hjá United móti einum miniputti í ligacuppinum.
Manchester United tók leiðsluna eftir 17 minutter, tá ið Michael Carrick setti bóltin í netið. Tá vóru tað 556 dagar síðani Carrick skoraði seinast fyri United.
Beint fyri hálvleik fekk Northampton straffi sum Alex Revell setti trygt í netið.
Herrera og Rashford skoraði hini bæði málini fyri United, so dysturin endaði 3-1 til Manchester United.
Allir dystirnir í 3. umfari:
Fulham – Bristol C. 1-2 (1-1)
Mál: 1-0 Lucas Piazon (14), 1-1 Aaron Wilbraham (45), 1-2 Tammy Abraham (90)
Northampton – Manchester U. 1-3 (1-1)
Mál: 0-1 Michael Carrick (17), 1-1 Alex Revell (brotssp. 43), 1-2 Ander Herrera (68), 1-3 Marcus Rashford (75).
Queens Park Rangers – Sunderland 1-2 (0-0)
Mál: 1-0 Sandro (60), 1-1 Paddy McNair (70), 1-2 McNair (80).
Southampton – Crystal Palace 2-0 (1-0)
Mál: 1-0 Charlie Austin (33), 2-0 Jake Hesketh (str. 63).
Swansea – Manchester C. 1-2 (0-0)
Mál: 0-1 Gaël Clichy (49), 0-2 Aleix García (68), 1-2 Gylfi Sigurdsson (90).
West Ham – Accrington Stanley 1-0 (0-0)
Mál: 1-0 Dimitri Payet (90).
Tottenham – Gillingham 5-0 (1-0)
Mál: 1-0 Christian Eriksen (31), 2-0 Eriksen (48), 3-0 Vincent Janssen (brotssp. 50), 4-0 Josh Onomah (65), 5-0 Érik Lamela (68).
Stoke – Hull 1-2 (1-1)
Mál: 1-0 Marko Arnautovic (24), 1-1 Ryan Mason (45), 1-2 Markus Henriksen (90).
14 - Marcus Rashford has been involved in more goals (all comps) than any other Man Utd player since his debut (11 goals, 3 assists). Star.
— OptaJoe (@OptaJoe) 21. september 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo