Hjá sitandi samgonguflokkum eru tað í Fólkaflokkinum Grímur Sundstein og Fía Selma Nielsen sum standa á gáttini, hjá Sambandsflokkinum Jaspur Langgaard og Frimodt Rasmussen og hjá Miðflokkinum er Bill Justinussen næstur.
Kanska mest sannlíkt fer verandi andstøða at skipa nýggja samgongu, og so eru Súsanna Bertholdsen og Kristianna Winther Poulsen næstar á javnaðarlistanum, Eirikur í Jákupsstovu og Liljan Weihe hjá Tjóðveldi og Karlot Hergeirsson er á tinggáttini hjá Framsókn.
Ein flokkur sum fer í samgongu og skal velja landsstýrisfólk nýtist tó ikki at velja hesi ímillum tingfólkini. Tí er tað ongin sjálvfylgja at tey næstvaldu detta innum tinggáttina tá flokkur teirra fer í samgongu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo