

MYND: Jógvan Helgi Hansen/VP

MYND: Jógvan Helgi Hansen/VP








MYND: Jógvan Helgi Hansen/VP

MYND: Jógvan Helgi Hansen/VP






- Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlanum um at fáa eitt træskip, sum kann hálvast og gerast um til m.a. eitt savn.
- Tá so møguleikin var at fáa fatur á einum træskipi, máttu vit satsa, tí nú eru so fá træskip eftir í landinum í røttu støddini.
- Tað mátti berast skjótt at. Báturin var farin til upphøggingar á Skála, greiður Sjúrður Poulsen frá, tá ið VP spyr um ætlanirnar í Miðvági.
Sjúrður Poulsen sigur, at ein arbeiðsbólkur er við í fyrireikingunum til at fullføra ætlanina.
- Av tí at støðan kom í so knappliga, var sjálvsagt ikki møguligt at fáa øll loyvir. Borgarstjórin bleiv spurd, fyri at fáa loyvi at seta bátin á land.
- Í hesum stutta skotbrá, har avgerðirnar máttu takast, hava vit møtt ótrúliga góðari vælvild frá øllum pørtum, sum arbeiðsbólkurin hevur vent sær til.
Sjúrður Poulsen sigur, ar borgstjórin í Vága kommunu, skilti, at berast mátti skjótt at.
Bjargingarfelag í Vágum skipaði fyri at sleipa bátin vestur, arbeiðsfólk hjá kommununi veittu eina hjálpandi hond og onnur í bygdunum, sum hava verið sera hjálpsom.
- At fáa bátin uppá land var ikki sum at siga tað. Fólk frá Articon komu við stórum krana at hiva bátin upp, sum vísti seg at viga 60 tons. IR-flutningur flutti bátin á ávísta staðið, so hann ikki stendur til ampa. meðan hann verður klárgjørdur.
- Arbeitt verður nú víðari at finna hóskandi stað í bygdini, har báturin verður vendur og gjørdur um til ein hús í serligum sniði.
- Eitt savn, har sjósøgan í Føroyum verður víst fram.
- Her verður eisini hugsað um ferðavinnuna. Vetrarhálvuna verður ætlanin at hava eitt mentanarhús, sum í løtuni ikki er í kommununi, sigur Sjúrður Poulsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo