Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Gunnar Nielsen byrjar í málinum móti litavum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Gunnar Nielsen byrjar í málinum móti litavum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan í UEFA Nations League dystinum móti Litava, sum verður spældur á LFF Stadion í Vilnius.

Gunnar Nielsen verður í mál, og føroysku verjuna manna Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham og Viljormur Davidsen, sum eisini er liðskipari. Á miðvøllinum verða Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen, Rene Shaki Joensen og Meinhard Olsen, og fremstu menn verða Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Gestsson, Mattias Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Mads Boe Mikkelsen, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.

Dysturin á LFF Stadion verður floytaður í gongd klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Litava.

Litaviska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað er ókeypis atgongd til dystin. Tað er tískil ilt at meta um, hvussu nógvir áskoðarar tilsamans verða kring vøllin. Í øllum føri verða næstan 100 føroyskir fjepparar á stadion, sum hevur umleið 5.100 sitipláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo