

Fyrstu tingingar nakrantíð við afganska talibanstýrið á vesturlendskari jørð eru lidnar, og eftir stendur spurningurin hvat kom burturúr.
Noreg tók stig til tingingarnar við at bjóða umboðum fyri talibanstýrið at koma til Noregs. Tað kostaði sambært fleiri miðlum í morgun normonnum yvir 5 mió kr, tí teir rindaðu allar útreiðslur, eisini privatflogfarið, talibanarnir flugu við, men tað eiga normenn rós fyri, tí hetta snýr seg um neyðhjálp og mannarættindi, vísa fleiri eygleiðarar á.
Ein roynd frá vesturheiminum - við Noregi sum drívmegi - at bremsa sorgarleikinum í blóðfátæka landinum, har støðan bara versnar fyri hvønn dag sum gongur.
Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, hevur sagt við norskar miðlar, at umboðini fyri talibanstýrið fingu greið boð um at mannarættindini í landinum skulu virðast og gentur skulu sleppa at ganga í skúla, eisini aftaná at tær eru fyltar 12 ár.
- Vit fara nokk ikki at broyta støðuna í Afganistan í bræði, men hetta er ein byrjan, segði hon millum annað við NRK eftir vitjanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo