Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið hevur samtykt at niðurleggja oyggjarnar Hestur og Koltur sum valstað og at veljarar í Hesti og Koltri velja í Tórshavn. Samstundis bindir kommunan seg til at fara út í Hest 2 ferðir undan hvørjum vali og geva veljarum møguleika fyri at brævatkvøða.

Hestur er í dag valstað. Veljarar í Hesti og Koltri velja í Hesti. Til løgtingsvalið í 2022 høvdu 17 veljarar valrætt og 15 atkvøðu. Til fundin í staðbundnu nevndini fyri Hest tann 22. mars 2023 heitti fyrisitingin á nevndina at umrøða hvørja støðu nevndin hevur til oynna sum valstað.

Her verður hugsað um, um veljarar í Hesti velja loyniligt. Í mun til vegleiðingina hjá landinum er ikki nakar trupulleiki; har verður sagt, at minsta talið av veljarum er 10. Ein annar møguleiki er at heita á landsstýrið um at niðurleggja Hest sum valstað og leggja saman við valstaðnum á Hálsi. Tey, sum ynskja, kunnu so velja á Hálsi.

Kommunan bindir seg til at koma út í Hest 1-2 ferðir frammanundan valinum og bjóða veljarum í Hesti at brævatkvøða.

Niðurstøðan frá nevndini var, at nevndin tekur undir við at brævatkvøtt verður í Hesti og kommunan bindir seg til at fara út í Hest tvær ferðir til brævatkvøðu. Koltur er eisini partur av valstaðnum Hestur, men hava tey valt at brævatkvøða í Havn; tað er lættari enn at sigla út í Hest. Í løtuni er eingin skrásettur at búgva í Koltri.

Tilmælið frá kommunustjóranum var at mæla býráðnum umvegis fíggjarnevndina til at heita á løgmálaráðið um at niðurleggja Hestur og Koltur sum valstað og at veljarar í Hesti og Koltri velja í Tórshavn. Samstundis bindir kommunan seg til at fara út í Hest 2 ferðir undan hvørjum vali og geva veljarum møguleika fyri at brævatkvøða.

Fíggjarnevndin samtykti í farnu viku at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið, sum í kvøld samtykti málið einmælt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo