Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hetlendingar hava í umbúna enn eina áheitan á Smyril Line um at taka siglingina til Hetlands upp aftur.

Shetland News skrivar, at serliga Hetlandsráðið ætlar at taka samband við reiðaríiið og heita á tey um at taka Hetland við uppí rutunetið, ið sum er bert fevnir um Føroyar, Ísland og Danmark.

Hetlendingar settu 4 milliónir pund í Smyril Line í 2002, men í 2007 tók Smyril Line Hetland og Noreg úr ferðaætlanini, tí tað loysti seg ikki at sigla hagar.

Hetlendingar siga, at Norrøna hevði stóran búskaparligan týdning fyri Hetland, tá hon legði at har. Nevnt verður í greinini at einar seks milliónir pund mundu liggja eftir árliga. Hartil verður sagt, at Hetlendingar tey seinnu árini hava fingið 637.000 pund í vinningsbýti frá Smyril Line.

Les greinina í Shetland News her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo