Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Naggatódnin í samráðingunum ímillum Bretland og hini strandalondini skapar misnøgd í Hetlandsoyggjum. Vanligt var, at hesar samráðingarnar ímillum ES, Noreg og Føroyar vóru lidnar áðrenn nýggjár, men nú Bretland er vorðin sjálvstøðugur samráðingarpartur dregur út.

Hóast tað, er neyðugt at halda fast og tryggja best møguliga úrslitið fyri hetlendskar fiskimenn, sigur formaðurin í hetlendska fiskimannafelagnum, Simon Collins við Shetland News.

- Nú má tað standa sína roynd og vísa seg, um Bretland hevur tikið seg úr ES og megnar at ganga sína egnu leið, sigur hann millum annað. Sambært formanninum í hetlendska fiskimanafelagnum er eitt av trimum høvuðsmálum við samráðingunum nú, at halda føroysk fiskifør burtur úr bretskum sjógvi uttan so, at munani kvotur verða lætnar afturfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo