Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Soleiðis sum tað mangan tykist at vera í hugsunarhátti og meiningum hjá fólki, tá vit tosa um borgarligan og sosialistiskan politikk ella høgra og vinstra.

Flest øll eru sosialistar ella vinstrahall, soleiðis at skilja, at vit ynskja øllum tað gott.

At vit sum samfelag hjálpa teimum veiku, at vit hava best møgulig javnsíðis fíggjarlig viðurskifti, eins og vit tryggja heiminum burðardygt umhvørvi.

Hesum kunnu øll vera samd í.

Men hvussu skulu hesir sampakka, vinstra og høgra, samstundis sum vit skulu mennast sum tjóð, sum einstaklingar framleiða, keypa og selja, fáa samfelagshjólini at mala og búleikast í hesum kæra landi, uttan ov nógv eftirlit og myndugleikastýrdar fyriskipanir.

Her er tað høgravongurin kemur inn í myndina – við vitan, eldhuga, áhuga og virðum, sum skapa karmar fyri frælsum vinnulívi, frælsum fólki og frælsum altjóða sambondum, so at mest møguligt gagnar fólkinum sum framburður, sum yvirskot, sum løn og sum skattur og avgjøld  til samfelagið.

Eisini vit vita, at sjálvræðið hjá fólki at skapa og skipa sín egna gerandisdag, er avgerandi fyri hvussu nógv ella hvussu mest kemur burturúr.

Soleiðis síggja vit, at vinstri og høgri vongur treyta hvønn annan og gera, at samfelagið verður í einari sunnari javnvág. Hetta átti slettis ikki at verið nakað at klandrast um, tvørturímóti, bara at staðið saman um.

Tá alt hetta er sagt, so skal eg verða fyrst at siga, at bæði vinstra og høgrasíðan áttu at havt víst nógv betri hugsjónarligt arbeiði, betri dygdir, betri stev, betri áralag  og í nógv størri mun havt tryggjað fólkinum betri burðardygg viðurskifti, allari pallettini at gagni. Hesum koma vit ikki uttan um.

Tað er her, skógvurin trýstir. Hugsjónunum feila einki. Brúk er fyri vinstra og høgra og viðhvørt einari blanding av báðum, eins og fyri politikarum, sum betri duga at fáa hugsjónarligt arbeiði til verka, okkara landi og okkum øllum at gagni.

Bergun Kass
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo