

Kringvarpið: Annar og seinasti partur av sendingini "Aftur til upprunan" varð sendur í gjárskvøldið. Sendingin er um Duritu Granada Thomassen, sum er ættleidd úr Kolumbia, sum fer at leita eftir síni familju har. Hon finnur mammu sína og fýra systrar.
Fyrstu fetini til sendingina vóru tikin á heystið 2017, og nú verður Durita spurd, hvussu hevur verið at hitt sína familju í Kolumbia, og hvat status er í dag.
Hon sigur at tilgongdin hevur verið við blandaðum kenslum, men hon leggur dent á, at hetta hevur verið sera gevandi fyri seg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo