Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

“Hetta er okkara land. Onki annað eiga vit – tað er okkara land.”

So nærkast valdagurin í morgin. Vit øll kunnu gera hetta til eitt tjóðskaparval, hóast tað er eitt val til danska tingið. Tí fólkatingssessirnir verða antin brúktir at binda okkum fastari at Danmark og donskum pengum. At gerast minni sjálvbjargin - og vit kunnu missa tað, sum ættarlið undan okkum hava stríðst fyri á tjóðskaparleið, nú fólkatingið eisini leggur seg út í yvirtikin, føroysk mál.

Ella vit kunnu velja at standa saman um tjóðskaparmál og siga: Hetta er okkara land! Vit eru eitt fólk, sum megnar at standa á egnum beinum og at taka avgerðirnar og ábyrgdina sjálv!

42 ættarlið hava yvirlivað og livað og skapað tjóð í hesum landi og sjógvi: Vinnu, mál, mentan, samleika, samhaldsfesti – og vunnið sigrar við at taka ábyrgd og fólkaræði til Føroya. Við sínum høvdum, hondum og hjørtum. Og ikki við at sleppa undan og siga, at onkur annar skal taka avgerðirnar og skal gjalda ella skapa “tryggleika” í Føroyum. Men við at ganga undan. Og sum hevur gjørt okkum til ein part av Verðini, hóast okkara Merkið enn ikki sleppur at veittra frítt millum hini.

Skulu vit bara lata hetta ómetaliga tjóðskaparstríð spakuliga fjara burtur og drukna í at gera føroyskan politikk hugsjónarleysan og part av donskum blokkum, har vit skulu vera eitt slag av sølufólki á fólkatingi, sum útvegar ymiskar “handlar” og siga tað vera “úrslit”?

Tað er tann tjóðskaparliga og fólkaræðisliga hugsjónin og drívmegin, sum hevur bygt alt upp, sum vit dýrmeta og standa saman um í dag. Tað er hetta sum ber. Sum altíð hevur verið til signingar og framburð. Tað er hetta, sum skapar tryggleika og eitt gott samfelag.

Tað er ikki ein bláur blokkur, ein reyður blokkur, ein øktur blokkur - ella teir nýggju, smærru blokkarnir, ið nú koma inn gjøgnum bakdyrnar uttanum fólkavalda Løgtingið.

Eg veit, at mong ivast um fólkatingsval hevur týdning, og tað havi eg sjálvur altíð gjørt. Men eg havi spurt meg sjálvan aftur og aftur:

Er tað veruliga umboðandi og virðiligt fyri, hvørji vit eru og hvat Føroyar byggja á, um tjóðskaparvongurin í Føroyum ikki savnar seg um at vinna minst annað umboðið? Gagnar tað okkara tjóðskaparstríði, um vit lata atkvøðuna – antin beinleiðis ella við ikki at velja – til tvey umboð, ið ganga ímóti tí, sum vunnið er á fullveldisleið? Er tað samhaldsfast? Ger tað okkum meira sjálvbjargin ella tryggari?

Tit mugu sjálvandi sjálv gera tykkara egnu niðurstøðu.

Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg vil heita á øll tjóðskapar- og fullveldisfólk um at fara á val og savnast um at gera hetta til eitt tjóðskaparval.

Høgni Hoydal - X við E

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo