Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at gestablídnið var ótrúligt í Kollafirði til Kollarfjarðadagarnar. Serliga dagin í dag fer hann at minnast við gleði – og hann ætlar at melda til aftur næstu ferð.

Tiltakið í Kollafirði hevur vart alla vikuna og endar í morgin. Í morgun var sera stórt átak á bátaplássinum, sum byrjaði við morgunmati og sangi, áðrenn farið varð at súkkla hálvt marathon, har útivið 300 fólk súkklaðu.

- Hetta var ótrúliga stuttligt og tað eydnaðist mær at fáa enn eina medalju í hús, segði ein fegin borgarstjóri, sum metti, at fyrireikarar og kollfirðingar yvirhøvur áttu rós uppiborið fyri at duga væl at skipa fyri, og fyri at vísa gestablídni og vinskap.

- Tað var eitt stórt upplivilsi í høllini í gjárkvøldið við eini fínari setanarrøðu, tónleiki og felagssangi – og ikki minst, tá farið varð uppá gólv.

- Leygarmorgunin byrjaði við morgunmatinum við bátahylin, har sera nógv fólk vóru møtt í góðum hýri. So varð gjørt klárt til súkklingina, sum byrjaði klokkan 10.

- Hetta var ein deiligur súkklutúrur og eg fari at minnast dagin við gleði og fari heilt vist at melda meg til næstu ferð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum takkar kollfirðingum fyri góðan blíðskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo