Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú fýra dagar eru til val, og valstríðið er í hæddini, so vil formaðurin í Javnaðarflokkinum nú brádliga vita, hvat Fólkaflokkurin vil. Tí vil eg fegin greiða frá!

Tað fyrsta Fólkaflokkurin vil fremja, um vit koma til valdið, er at lætta um fíggjarliga hjá borgarum í landinum. Eisini skulu vit gera tað soleiðis, at fólk skulu tíma at taka eitt eyka tak, uttan at verða revsaði í skatti.

Vit vilja geva vinnulívinum - bæði størri og smærri - áræði at brúka sítt ágrýtni dagliga. Vit mugu geva vinnuni góðar og støðugar karmar, so hon er kappingarfør við allan útheimin. Tað er av serliga stórum týdningi í hesum døgum.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at tað er ikki rætt, sum valevnir hjá Fólkaflokkinum hava borið fram, at hansara flokkur ynskir at niðurleggja ein part av flotanum fyri at spara olju.

Men tá eitt valevni, ið eisini er næstvalda tingfólk fyri flokkin, hevur borið hetta hugskotið fram, so er tað ikki løgið, at tað er myndin ein fær.

Antin má hetta vera boðskapurin, ella er tað innanhýsis ósemja um hetta málið í Javnaðarflokkinum.

Um formaðurin í Javnaðarflokkinum ynskir at vita meira, so kann hann lesa alla valskránna: TRÝST HER

Gott val!

Beinir Johannesen
formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo