

Við bryggju í Thyborøn liggur ein bátur.
Í yvir trý ár hava Reuben Kotei og Justice Numo úr Gana búð umborð, meðan teir hava arbeitt hjá einum av lokalu reiðarunum.
Hesi trý árini hava afrikansku menninir arbeitt seks dagar um vikuna, 11 tímar hvønn dag fyri 9000 krónur um mánaðin.
- Avtalan var, at eg skuldi koma til Danmarkar eftir einum skipi og føra tað til Senegal. Tá ið tað so var í Senegal, var avtalan, at eg skuldi føra skipið, greiddi tann 57 ára gamli Reuben Kotei frá í rættinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo