Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað eru fleiri spurningar til Pál Weihe í sambandi við at skúlar og barnagarðar varliga lata upp aftur í komandi viku.

 

Mamman: Verður dentur lagdur á sosiala frástøðu í skúlum og dagstovnum? Um ja, hevur nakar mett um sálarligu avleiðingarnar av hesum?

 

KvF: Pál Weihe: Sosial frástøða er eisini ein partur av teimum leiðbeiningum, sum skúlar og ansingarstovnar fáa. Mær vitandi hevur ongin enn mett um sálarligu avleiðingarnar av koronasmittuni heima hjá okkum. Granskingarverkætlanir eru tó byrjaðar at lýsa hetta úti í almenninginum, men av góðum grundum ikki í ansingarstovnum og skúlum enn, tí teir hava verið stongdir.

 

Sí spurningar og svar

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo