Beinta Klein bloggar: Nú hava vit veruliga hugnað okkum á jólum. Øll børnini hava verið heima, og vit hava havt góða tíð til at vera saman. Vit hava havt tíð til at spæla borðspøl, hugna okkum saman, verið í kirkju fleiri ferðir, sungið jólasangir og hoyrt gleðiboðskapin um, at Jesus varð føddur. Dagarnar undan jólum varð bakað og hugnað um heimið. Ein so hugnalig tíð.
Vit vita øll, at jólini eru vorðin alt ov materialistisk. Tað er so nógv, sum skal keypast, bakast og pyntast, og krøvini til jólagávurnar eru møguliga alt ov stór. Tað er so skjótt, at alt hetta kann køva jólagleðina. Hesin trupulleikin er nógv frammi undan jólum, og vit vita, at hetta er ein trupulleiki. Tí royna vit eisini at hjálpa øðrum á jólum og at hugsa um tey, sum ikki hava tað so gott. Sjálv haldi eg, at tiltakið hjá Christmas Child við skógvaeskjunum hjálpir um mína samvitsku á jólum. Tað er so gott at kunna gleða onkran, sum veruliga hevur tørv á tí.
Sum kristin vita vit, at alt hetta materiella er eisini við til at køva jólaboðskapin. Tí royna vit at minna okkum á, hví vit halda jól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo