At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú er sera stutt til val. Og tað var ikki mín meining at spæla hund og reka politikk.

Faktis hevði eg langt síðan avgjørt at bíða til aftaná valið at vísa á óskilið.

Men onkur ”dummur hundur” á Facebook tvætlaði meira enn eg tímdi at hoyra og so skrivaði eg.

Upprunaliga royndi eg at sleppa undan at nevna, hvør annar var við til at stovna felagið.

Men tað er helst neyðugt nú.  

Stovnarar - trýst her

Haldi meg vita at hetta eru tíni nærmastu.

Partapeningurin var kr. 50.000. Tað er loyvt at stovna feløg við kr. 1,00 í partapeningi.

Tað er eitt sindur tunt at siga at tey manglaðu íleggjarar og at tú onki hevur tjent og at tú seldi í 2017.

Sjálvt um tú seldi í 2017, so er hatta er also nærmasta familja.

Essensurin er at tú spekuleraði á Karlamagnusarbreyt.

Og tað hevur tú loyvi til.

Viðvíkjandi sølu av grundøki, so er tað sum harragud veit, hvør fær loyvi og hvør ikki fær loyvi at selja.

Hasa hóttanina við sakførara taki eg sum hon kemur. Gangi út frá at hon er fyri at forskrekkja onnur og ikki meg. Eg tími ikki at hótta afturímóti við sakførara og fúta, tí tá noyðist eg at gera tað sum eg hótti við.

Haldi tað hevði verið best um Heðin og onnur sum ætla sær í býráðið kappaðust um at rætta gamlar feilir.

Tú kanst pástanda at tú eins og stórur partur av teimum sum ætla sær býráðssess vart har, tá óskilið bleiv sett í kortið og at tú tí ert væl fyri at rætta teir feilir, sum møguliga eru gjørdir.

Tú kanst enntá vísa á at hini onki hava rættað í 4 ár.

Eivind Jacobsen

P.S Beint nú sigur onkur mær á facebook, at so skjótt tey sleppa av við Frýdal, so verður trøðin sum KVF onkuntíð umrøður broytt til byggiøki. Veit ikki um tað er soleiðis, men soleiðis práta fólk og bara tí at ongin tímur at rætta óskilið.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo