Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-208/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um hernaðarligt virksemi á  føroyskum sjóumveldi.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar eru formligu mannagongdirnar, tá ið fremmand herskip ynskja at sigla ígjøgnum ella hava venjingar á føroyskum sjóumveldi?

2. Hvussu ofta hava fremmand herskip biðið um diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi síðani 2010?

3. Hvussu ofta hevur NATO framt hernaðarvenjingar á føroyskum sjóøki síðani 2010?

4. Hvørjar eru grundgevingarnar hjá fremmandum herskipum fyri at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

5. Hvørjar eru treytirnar fyri, at fremmand herskip fáa diplomatiskt loyvi til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

6. Eru dømi um, at loyvi ikki er givið frá uttanríkistænastuni til at sleppa inn á føroyskt sjóumveldi?

7. Ætlar landsstýrið í framtíðini at kunna almenningin, tá ið fremmand herskip fáa loyvi til at sigla gjøgnum føroyskt sjóumveldi?

8. Eru ítøkiligar ætlanir um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum stuðulshavnir til teirra virksemi?

Svar
Svarað verður undir einum: Sambært Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða hava fremmand skip, eisini herskip, rætt til sonevnda sakleysa gjøgnumsigling (Innocent Passage) í ytra sjóumveldinum. Ytra sjóumveldi Føroya er frá grundlinjunum og 12 fjórðingar út. Diplomatiskt loyvi er kravt fyri at koma í innara sjóumveldi, sum er frá grundlinjunum og inn á land. Hóast sakleys gjøgnumsigling í ytra sjóumveldinum ikki krevur diplomatiskt loyvi, biðja avvarðandi myndugleikar vanliga um diplomatiskt loyvi til skip, bæði tá ið tey koma í ytra og innara sjóumveldi. 

Tá ið fremmand herskip skulu hava diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, vendir avvarðandi myndugleiki, ið sum oftast er sendistovan í Keypmannahavn hjá tí landi, ið eigur skipið, sær til Arktisk kommando við eini umsókn.

Umvegis Ríkisumboðið verður umsóknin send Uttanríkis- og mentamálaráðnum til viðmerkingar.

Í umsóknini verður upplýst nær og hvar viðkomandi skip ætlar at koma í føroyskt sjóumveldi ella í føroyska havn, og hvørji ørindini eru. Dømi um hetta eru m.a. havnarvitjan,manningarskifti, viðlíkahald, umvælingar og bunkring. Ein røð av tekniskum upplýsingum eru eisini í umsóknini.

Eftir at umsóknin er viðgjørd, verður vanliga svarað, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevur viðmerkingar til, at diplomatiskt loyvið verður latið at koma í føroyskt sjóumveldi, treytað av, at skipið ikki ber sokallað CBRN-vápn ella lutir til slík vápn og annars heldur galdandi reglur. CBRN er ensk stytting fyri evnafrøðilig vápn, lívfrøðilig vápn, geislavirkin vápn og kjarnorkuvápn.

Uttanríkis- og mentamálaráðið kennir ikki til dømi, har diplomatiskt loyvi ikki er latið skipum at koma í føroyskt sjóumveldi ella føroyska havn. Rætturin at sýta fyri, at diplomatiskt loyvi verður latið er galdandi fyri innara sjóumveldið og fyri annað virksemi enn gjøgnumsigling í ytra sjóumveldinum.

Síðan 2010 hevur NATO skipað fyri einari flotavenjing, har vant eisini hevur verið í ytra og innara sjóumveldi Føroya. Tað er venjingin Dynamic Mongoose 2022, sum byrjaði í Reykajvík 13. juni og endar í Bergen 22. juni.

Ein gjøgnumgongd í viðkomandi skjalagoymslum vísir, at diplomatiskt loyvi er latið fremmandum herskipum at koma í føroyskt sjóumveldi 40 ferðir frá 2010-2021.

Higartil í 2022 er diplomatiskt loyvi latið fremmandum herskipum at koma í føroyskt sjóumveldi 27 ferðir. Fleiri av skipunum, sum hava verið við í flotavenjingini Dynamic Mongoose, hava fingið diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi meira enn einaferð, tí tey hava havt ørindi í føroyskum sjóumveldi í fleiri umførum í sambandi við venjingina.

Landsstýrið er tilvitað um týdningin, ið almenn kunning hevur, tá ið fremmand flotafør vitja.

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um, at fremmand herskip skulu brúka føroyskar havnir sum formligar stuðulshavnar ella øðrvísi, enn tær verður brúktar í dag. Fremmand skip kunnu í samsvari við galdandi treytir og reglur sigla í føroyskum sjóumveldi og koma í føroyska havn. 

Áhugin tykist vaksa fyri strategiska týdninginum, sum tað øki hevur, ið Føroyar eru partur av. Í hesum sambandi er umráðandi, at Føroyar eru við í viðkomandi tilgongdum og avgerðum, og eisini at Føroyar kunnu gera sín part til tess at tryggja ta verju, ið NATO stendur fyri í Norðuratlantshavi.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo