Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hesin sigurin á Ísrael er størri enn tann, vit vunnu í 2006. Hann er guddómligur, tað segði leiðarin hjá Hizbollah, Naim Qassem, í fyrstu talu síni eftir vápnahvíldina sum kom í lag fyrr í vikuni. 

Kríggið ímillum Ísrael og Hizbollah, sum hevur verið har suðri og eystri í Libanon og har suðri í libanska høvuðsstaðnum Beirut, hevur elvt til ógvusligar oyðileggingar í Libanon seinastu tveir mánaðirnar. Í krígnum hevur Ísrael dripið undanmannin hjá Qassem, Hassan Nasrallah.

Umframt at útnevna Hizbollah til sigursharra segði Qassem eisini, at Hizbollah fer at samstarva við libanska herin um at tryggja, at vápnahvíldin heldur.

Hizbollah, sum er ein hernaðarligur islamistiskur yvirgangsfelagsskapur, stuðlaður av Iran, heldur til í Libanon.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo