Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ein av størstu og elstu heilsølunum í landinum, partafelagið Poul Hansen við heimstaði í Havn, hevði minni úrslit í fjør enn árið frammanundan. Og tað hóast sølan vaks.

Nettosølan vaks úr 337 mió kr í 2020 til  348 mió kr í fjør, altso við nærum 11 mió kr. Men úrslitið eftir skatt minkaði úr 8,9 mió kr í 2020 til 7,6 mió kr í fjør, ella við stívliga einari millión kr.

Í roknskapinum sæst eisini, at ógvusligi prísvøksturin á matvørum, sum tey flestu munnu hava givið sær far um, hevur sett síni spor hjá heilsølunum, sum bert í ávísan mun hava megnað at koyra hesar meirútreiðslurnar víðari út til endabrúkaran. Soleiðis vuksu framleiðslukostnaðirnir úr 296 mió kr í 2020 til 308 mió kr í fjør.

Leiðslan er ikki nøgd. Í frágreiðingini verður tó sagt, at úrslitið fyri árið í ár verður heldur frægari.

Fíggjarstøðan javnvigar við 316 mió kr, eginognin er 244 mió kr.

Høgni Hansen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo