



Nú summarið er í hondum og ferðafólkini skjótt fara at koma til landið leita vit eftir fólki til at hjálpa okkum við reinhaldi í samband við okkara virksemi.
Arbeiðið fevnir um at halda reint í hølum sum verða brúkt til matstovu og kunningarstovu eins og húsum sum verða leigað út til gisting. Roknast má eisini við at gera annað fyrifallandi arbeiði.
Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðsbyrðan tó verður munandi størri summarhálvuna.
Starvsstaðurin er í høvuðsheitum í Vestmanna.
Ynskiligt er at tú kanst byrja 1. apríl, ella skjótast gjørligt eftir tað.
Løn sambært avtalu og annars við støði í sáttmála ímillum FAG og avvarðandi fakfelag.
Um tú vilt vita meira, skriva so ein teldupost til touristinfo@olivant.fo.
Vestmanna Tourist Centre er avgreiðslustað fyri ferðafólk sum vitja í Vestmanna um sumrarnar. Eitt vanligt ár koma áleið 25.000 gestir til bygdina, har tey millum annað fara útferðir við bátunum sum sigla undir bjørgini. Gávubúð, matstovan Fjørukrógvin, SøguSavnið og ymsir gistingarmøguleikar eru eisini partur av virkseminum. Opið er í høvuðsheitum frá 1. apríl til 30. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo