Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

TAKS: Hjálparpakki 2, har fyritøkur kundu søkja um COVID 19-stuðul til fastar útreiðslur, er nú endaliga uppgjørdur. Samlaða stuðulsupphæddin gjørdist 4.973.830 krónur, sum vórðu býttar ímillum 126 fyritøkur.

Stuðulstíðarskeiðið var frá 1. apríl til 30. juni
Fyritøkur kundu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, alt eftir hvussu nógv umsetningurin væntaðist at minka í stuðulstíðarskeiðnum. Væntaðist hann at minka 40-60%, var stuðulin helmingurin av føstu útreiðslunum. Væntaðist hann at minka 60-100%, var stuðulin tríggir fjórðingar av útreiðslunum.

Stuðulin varð útgoldin fyribils, og tá ið endaliga afturgongdin í umsetninginum var staðfest, bleiv mótroknað. Summar fyritøkur høvdu størri afturgongd enn væntað, og hesar kundu fáa meiri stuðul. Aðrar høvdu minni, og tær kundu koma í ta støðu at skula rinda stuðul aftur. Varð afturgongdin minni enn 40%, skuldi allur stuðulin rindast aftur.

Í fyrsta umfari vórðu 6.057.615 krónur útgoldnar
Eftir endaligu uppgerðina fingu 44 fyritøkur meiri stuðul, og 82 skuldu gjalda stuðul aftur, heilt ella lutvíst. Soleiðis gjørdist endaliga stuðulsupphæddin til tær 126 fyritøkurnar í alt 4.973.830 krónur.

Størsta stuðulsupphæddin var 240.000 krónur, sum var lógarhámarkið, hin minsta var 4.603 krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo