Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Hesin hjálparpakkin má koma skjótast gjørligt, sigur Súsanna Bertholdsen, sum hevur verið í samband við fíggjarliga sperdar føroyingar sum vátta, at støðan er ring. Eisini hevur Súsanna verið í samband við handilsfólk sum siga, at tað kemur oftari og oftari fyri, at kort verða avvíst við kassan. 

- Ímyndið tykkum at standa har. Ein illfýsnan ónsdag við tveimum børnum. Tit skulu heim at eta pitabreyð, og tað elska børnini. Men so verður kortið avvíst. Hetta er veruleikin fyri fleiri í dag, og tí má hjálparpakkin hjá samgonguni koma skjótast gjørligt, sigur Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Tað er Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sum hava lagt uppskotið um hjálparpakka fram. 

Hjálparpakkin, sum samgongan hevur lagt fram, sær soleiðis út: 
• Hjálparískoytið til fíggjarliga sperd húski verður nú 12.000 krónur. Tað eru 2.000 krónur meira enn í 2022.

• Serlig hjálp verður eisini latin barnafamiljum, sum fáa eitt eyka ískoyti á 750 krónum fyri hvørt barnið.

• Hesaferð verður ikki sett sum treyt, at húskið hevur oljufýr fyri at fáa stuðul.

• Barnauppsparingin hjá heimabúgvandi børnum og ungum fer hesaferð ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum.

Hjálparpakkin verður galdandi fyri 2023.

Les alla røðuna hjá Súsonnu her: https://www.j.fo/tiðindi-og-greinar/susanna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo