Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Seinasta klassiska talvið í HM dystinum millum russaran Nepo og kinverjan Liren endaði fyri løtu síðsn javnt.

Myndin omanfyri vísir endasrøðuna.

Nepo hevði finnu meira og fyrimun í rókaendatalvi, men Liren vardi sítt remi og harvið endaði klassiski parturin av dystinum 7-7.

Í morgin verður farið yvir til sonevnda tiebrake umfarið, har nýggi heimsmeistarin verður funnin við skundtelving.

Telvast skulu fyrst fýra kviktalv, har partarnir hava 25 minuttir hvør + 10 sekund pr leik til hvørt talv.

Stendur framvegis á jøvnum eftir hesi fýra talv verður HM avgjørt við snartelving, har telvararnir hava fimm minuttir + 3 sekund pr leik at avgreiða hvørt talv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo