Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ímeðan politikarar herheima tosað nógv um at stovna príseftirlit til at hava betri eftirlit við handlunum og hvussu nógv teir forvinna, hava tey aðrastaðni gjørt nakað við tað.

Danmarks Statistik hevur í 14 ár fylgt við í, hvussu forholdið er ímillum útsølu- og innkeypsprís hjá handlunum, og seinasta uppgerðin vísir, at í fjórða ársfjórðingi í 2022 minkaði bruttovinningurin hjá stórhandlunum (supermarkeder) til 9,9 prosent og hjá lágpríshandlunum (discount) minkaði bruttovinningurin til í miðal 6,5 prosent av søluni.

Í báðum førum er hetta tað lægsta síðani eftirlitið byrjaði fyri 14 árum síðani, skrivar Jyllandsposturin.

Í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2022 hevur bruttovinningurin í miðal verið 15% hjá vanligu stórhandlunum og 10,8% í lágpríshandlunum.

Hyggja vit eftir smærru handlunum á bygd stendur enn verri til. Har er bruttovinningurin nú heilt niðri á 2,7%, sum er nógv tað minsta nakrantíð.

Bruttovinningurin er munurin á prísinum sum handilin keypir vørurnar inn fyri frá heilsøluni og tað sum hann selur vørurnar fyri til kundan. Við øðrum orðum sigur tað nakað um, hvussu nógv liggur eftir í kassanum til at gjalda lønir, leigu, rentir og aðrar útreiðslur fyri.

Onkrar stórar handilsketur hava longu gjørt upp fyri árið í fjør, men hava enn ikki gjørt roknskapin almennan. Tvær teirra eru Coop og Rema 1000, sum eisini eru virknar í Føroyum.

Sambært Rema 1000 var úrslitið eitt kvink betri enn 2021 og nakað minni enn 2020. Hjá Coop verður upplýst, at úrslitið í fjør var tað vánaligasta í søguni hjá felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo