Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bæði heimastýrislógin og aðrar lógir, sum løgtingið hevur samtykt, gera greitt, at verjumál eru felags fyri alt ríkið. Tað merkir, at evsti myndugleikin er hjá donska stjórnini í slíkum málum. Tað kunnu vit halda um hvat vit vilja, men tað er soleiðis, tað er.

Orsøkin er, at í verjumálum tosa allir statir við einari rødd. Skulu vit hava formligt ræði á verjumálum, so mugu vit loysa. So leingi vit ikki vilja tað, er støðan sum hon er.

Tað merkir ikki, at vit einki hava at siga. Sambært politiskum avtalum millum Føroyar og Danmark skulu Føroyar takast við í allar avgerðir, sum viðvíkja okkum. Og tí liggur reella avgerðin um, hvørt ein NATO-radari skal setast upp á Sornfelli, hjá okkara myndugleikum.

Vit hava nú havt sera drúgva tíð at viðgera hetta álvarsmálið - men viðgerðin hevur ikki verið imponerandi.

Øðrumegin hava Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin fyri tað fyrsta sátt iva um, hvørt Føroyar yvirhøvur hoyra til Vesturheimin, og í øðrum lagi alment kravt, at um radarin skal setast upp, skulu vit hava eina fríhandilsavtalu við ES afturfyri. Hetta ber bara ikki til av teirri einføldu orsøk, at ES og NATO eru hvør sítt.

Hinumegin hava Høgni Hoydal og Tjóðveldi við fullkomiliga vitleysum pástandum roynt at misbrúka málið til at skapa eitt so stórt stríð við Danmark sum gjørligt.

Høvuðssøgan hevur verið, at Danmark undir kalda krígnum spardi yvir 30 milliardir uppá at gera Føroyar til bumbumál, og nú ætlar at gera tað sama einaferð enn. Tað finst eingin haldfør grundgeving fyri hesum hýsterisku pástandum, men tað hevur ongan týdning havt. Fakta hevur als ikki verið ein faktorur í hesi herferðini hjá Tjóðveldi.

Í fyrstani ljóðaði tað sum, at Tjóðveldi ikki vildi loyva einum radara yvirhøvur, tí hann gjørdi Føroyar til bumbumál.

Síðani bleiv tað til, at vit skuldu skuldu seta hann upp sjálv, og síðani selja øðrum myndirnar frá honum. Um hann tá ikki eisini er bumbumál, bleiv einki sagt um.

Nýggj versión
Men nú er ein nýggj versión komin á borðið:

Hóast verjumál eru felags fyri alt ríkið, skulu Føroyar samráðast beinleiðis við NATO, USA og Bretland um at seta radaran upp. Hetta segði Høgni Hoydal í drúgvari samrøðu í Degi & Viku fríggjakvøldið.

Men um vit vilja tað ella ei, so eru vit í verjuhøpi partur av danska ríkinum. Og hvørki NATO, USA ella Bretland fara at samráðast við ein part av einum ríki. Soleiðis fungera tingini ikki. Kommandolinjurnar eru greiðar í slíkum føri. Tað er eisini óhugsandi, at USA ella Bretland fara at seta ein radara upp inni í tí danska ríkinum uttan um danskar myndugleikar.

Alt hetta veit Høgni Hoydal útmerkað væl.

Men tá hann bleiv konfronteraður við tað í sjónvarpinum, segði hann, at "bretar og amerikanarar og russarar hava ongan trupulleikar av at samráðast beinleiðis við okkum. Og vit hava drúgvar royndir í at gera tað."

Høgni veit, at vit ikki hava "drúgvar royndir" at samráðast við hesi lond um trygdarmál. Og tann, sum lýgur einaferð, má ofta lúgva fleiri ferðir fyri at fáa ta ósonnu søguna at síggja sanna út. Tað gjørdi Høgni eisini í sjónvarpinum fríggjakvøldið, tá hann segði: "Tað, sum eg sigi, er langt síðani avprøvað. Hetta er ikki bara nakað, eg finni uppá. Vit hava tosað við NATO um tað".

Tann størsti trumfurin - og tann størsta lygnin - var kortini, tá hann segði hetta: "Eg og Anfinn Kallsberg vóru á fundi við tann táverandi NATO-aðalskrivaran".

Hetta skuldi hava verið undir fullveldissamráðingunum í 2000. Aðalskrivari í NATO tað árið var bretin George Robertson.

Men Høgni Hoydal hevur ongantíð verið á fundi við henda mann. Tað hevur Anfinn Kallsberg heldur ikki.

Tað forðaði kortini ikki Høgna Hoydal í somu samrøðu enntá at siga, hvat var hent á fundinum millum Hoydal, Kallsberg og Robertson.

Formaðurin í Tjóðveldi stóð altso í beinleiðis sjóvarpssending og greiddi frá hvat var hent á einum fundi, sum ongantíð hevur verið.

Tað er ikki fyrstu ferð, Høgni Hoydal í beinleiðis sending lýgur um hetta fyri Føroya fólki. Hann er eisini rættaður áður. Men hann blívur bara við.

Ein umsókn var
Tað er rætt, at landstýrið í 2000 BAÐ UM fund við Robertson. Tað bleiv gjørt í brævi til danska uttanríkisráðharran tann 25. august 2000, tí Robertson og Kallsberg báðir skuldu á eina ráðstevnu í Reykjavík seinni sama ár.

Men eingin fundur bleiv skipaður. Tann 30. august 2000 svaraði danski uttanríkisráðharrin, at stjórnin ikki helt, "at tíðin er búgvin til beinleiðis tingingar millum landsstýrið og NATO". Tí fór umsóknin um fundin aldrin víðari til NATO-aðalskrivaran, og tí bleiv eingin fundur.

Eg haldi, at hetta var sera, sera skeivt av donsku stjórnini. Men tað var soleiðis, tað bleiv.

Ein mynd var kortini tikin av Robertson og Kallsberg, sum í einum steðgi á ráðstevnuni í Reykjavík stóðu lið um lið. Men fundur var eingin. Samrøða um støðu Føroya var eingin. Og Høgni Hoydal var ikki á myndini, tí hann var als ikki til staðar í Reykjavík.

Eg skilji ikki, at Høgni kann blíva við at lúgva um hetta, tí í ár 2000 var hann sera misnøgdur við, at Landsstýrið ikki slapp at samráðast við NATO. Tað segði og skrivaði hann eisini fleiri ferðir alment. (Sí m.a. alment kjak millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard 17. og 19. oktober 2000.) Hvussu kann hann so nú siga, at samráðingar VÓRU við NATO?

Hvussu kann hann í 2000 geva ilt av sær um, at fundurin við Robertson ikki bleiv til nakað, og í 2022 greiða frá, hvat hendi á fundinum?

Hvussu manipulerandi kann ein politikari loyva sær at vera?

Pragmatisk krøv
Um politiska skipanin í Føroyum í hesum máli hevði hildið seg til veruleikan og farið inn í seriøsar samráðingar við donsku stjórnina við greiðum, pragmatiskum málum, so er eingin ivi um at vit kundu fingið mong krøv eftirlíkað. Tey kundu snúð seg um fult innlit í alt. Um at føroyingar skulu standa fyri bæði uppseting og rakstri av radaranum. Kanska kundi málið enntá blivið brúkt í sambandi við yvirtøku av loftrúminum.

Vit kundu altso flutt okkum stór fet á sjálvstýrisleið.

Vit kundu sjálvandi eisini sagt nei til radaran, um tað var tað, meirilutin vildi.

Men í staðin er hetta hent:

Eitt: Landsstýrið hevur sett seg á málið, og noktað at lagt tað fyri løgtingið. Tvey: Fólkaflokkurin er klatraður upp í eitt træ, haðani hann hevur proklamerað púra órealistisk krøv. Og trý: Tjóðveldi hevur við manipulatón og ósannindum misbrúkt málið politiskt.

Føroyingar hava kravt at fáa mál sum hetta at taka støðu til. Einki um okkum uttanum okkum. Og tað hava vit fingið.

Spell, at vit megnaðu tað so illa.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo