Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt tíðindaskriv var sent miðlunum fyrrapartin, har boðað var frá, at Tórshavn skuldi broyta navn til Guðshavn, men skrivið er ikki frá Miðflokkinum, sigur Miðflokkurin.

Skrivið var soljóðandi:

Tað eru nógv ár síðani at býurin Tórshavn varð settur á stovn, og tíbetur eru Føroyar nógv broyttar síðani. Í dag eru vit eitt kristið land við kristnum siðaarvi.

Tað er ótíðarhóskandi at okkara høvuðsstaður stendur til heiðurs fyri heidna trúgv úr tíðini áðrenn tjóðin varð frelst. Tí leggur Miðflokkurin nú fram, at høvuðsstaðurin skiftir navn til Guðshavn.

"Hóast eg hvønn dag vakni fegin og stoltur av okkara kristnu tjóð, so harmist eg eisini at vit áhaldandi standa sum ein varði til farna heidna trúgv. Navnið á okkara høvuðsstaði er ein spottan móti okkara felags kristna arvi," sigur Jenis av Rani, formaður fyri Miðflokkin.

"Eg møti í mínum embæti sum uttanríkisráðharri javnan fólki sum kenna Tórshavn og tí als ikki vita at vit eru ein kristin tjóð. Tey lættast tá eg greiði teimum frá hesum, men tað er til fortreð fyri okkara altjóða arbeiði at slíkt ikki er greitt."

Miðflokkurin er í løtuni ikki umboðaður í Tórshavnar Býráð. Tí verður hetta tikið upp í Landsstýrinum, sum Miðflokkurin metur hava heimild til slíka broyting tá hon snýr seg um landsins høvuðsstað.

Tíðindaskrivið er sent frá teldupostadressuni midflokkur@outlook.com, hvør tað so er, men tað er ikki teldupostadressan hjá Miðflokkinum.

Miðflokkurin sigur seg einki hava við tíðindaskrivið at gera, og veit ikki hvør sent tað hevur vegna flokkin, men sigur, at tað er á høgum undirhaldandi støði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo