At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fríggjadagin 24. februar er 1 ár síðani innrásina í Ukraina. Tórshavnar kommuna fer í hesum sambandi at flagga við ukrainska flagginum á Vaglinum. Í skýmingini verða ljós við ukrainsku flagglitunum at síggja í Steinatúni og á Vaglinum.

Seinasta árið hevur Tórshavnar kommuna tikið ímóti 85 flóttum úr Ukraina. Talan er fyri tað mesta um ung fólk í arbeiðsførum aldri. Børnini telja 27 og eru meginparturin av hesum byrjaði á dagstovni ella skúla í kommununi.

Fólkini eru sjálvsagt merkt av støðuni í heimlandinum og hava tørv á tíð og hjálp til at fóta sær í einum nýggjum ókendum landi. Tórshavnar kommuna roynir áhaldandi at skapa karmar fyri, at tey kunnu fáa ein góðan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag meðan tey eru í landinum.

Tey fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í kvøldskúlanum og skipað verður fyri ungdómsvirksemi í Margarinfabrikkini og Argjaskotinum.

Í sambandi við 1 ára dagin verður Vesturkirkjan karmur um eina altjóða bønargudstænastu við Marjuni Lómaklett presti, har fólk m.a. hava møguleika at tendra eitt ljós, minnast og biðja saman.   Børnargudstænastan byrjar kl. 19 og aftaná verður ein drekkamuður. Gudstænastan verður týdd til ukrainskt og er fyri øll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo