Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Um vónleysu mannaættina:
Alt er útsett. Verðin er útsett. Øll halda ondini. Verðin fer skjótt at njósa.

Eg taki nýggja coronaforkølisið seriøst, men við fyrivarni. Eitt nú kenni eg ikki støðuna í Italia annað enn gjøgnum miðlarnar, sum tykjast vera farnir í sjálvsving. Vit síggja tað eisini í Føroyum, har fjølmiðlafólk gera tað sama sum í Danmark per automatikk og uttan tanka yvirhøvur. Allir pressu-spurningarnir til føroyskar myndugleikar venda sama veg: "Hví gera tit ikki meira? Hví seta tit ikki harðari tiltøk í verk?" Eingir spurningar peika hinvegin: "Gera tit kanska ov nógv av?"

Almennu deyðstølini eru neyvan nakað at blíva bangin av. So vítt, sum WHO veit, eru eini 6.000 smittað fólk deyð í allari verðini. Tey flestu eru gomul, veik ella sjúk. Ella gomul og veik. Ella sjúk og veik. Ella veik og gomul. Kanska alt tað. Tey vóru onkursvegna longu doyggjandi, sum vit øll, og eru tí valla deyð av corona eina. Til samanberingar eru kanska fleiri fólk deyð hesa tíðina av fríttgangandi beinkrími.

Nýggjasta frá Statens Serum Institut í Danmark er annars, at nú skal deyðstíttleikin í sokallaða kongaríkinum mátast í promillum og er tí at kalla á sama stigi sum eitt umfatandi beinkrím. Annars doyggja tað 150.000 fólk í allari verðini - um dagin. Og at enda eru øll deyð allíkavæl og nýggj fólk komin ístaðin.

Eg fái einki gjørt við, at fólk halda tað vera órættvíst, at vit øll enda sum fyrrverandi, at heilsuverkið átti at unnað 92 ára gomlum hjartahjálp á B6 og bjargað so nógvum margbrekaðum nýføringum sum møguligt, og at vit øll burdu verið meira bangin fyri bakterium og virus og fornermandi orðum og óndum monnum. Og eg fái heldur einki munagott gjørt við, at vónin hjá mannaættini ikki longur verður hongd upp á onkran gud ella trúgv um eina framtíð fyri mannaættina aftan á ta næstu apukalúpsuna.

Tann tíðin er farin. Nú tilbiðja vit uniformerað fólk við stetoskopi, piparsprayi og politiskari makt - kallað serkunnleiki.

Um at trygdartiltøk kunnu vera vandamikil:
Corona-tilbúgvingin fær kanska somu avleiðing sum trygdarhurðarnar, ið USA kravdi í øll ferðafólkaflogfør vegna vanda fyri yvirgangi. Higartil hava tær skottryggu stýrhúshurðarnar ongum bjargað, men kostað 150 mannalív, tí stýrimaðurin stongdi hurðina innanífrá og krassjaði sín Airbus 320 niður í alpurnar.

Hurðarnar í flogførunum skuldu forða fyri, at nakar slapp inn at gera ólukkur. Nú bleiv ólukka, tí eingin slapp inn at forða fyri henni. Sokallaðu trygdartiltøkini elvdu til deyða. Tað er kanska eitt sindur av Germanwings yvir corona-átøkunum.

Um tað fyrigyklaða fólkaræðið:
Hósdagin í farnu viku, uttan nakra veruliga viðgerð, samtykti tað danska parlamentið, at løgregla og privat vaktarfeløg við valdi og handjørnum kunnu taka fólk, sum bara verða hildin at vera smittað, og tvinga tey í viðgerð - uttan nakað loyvi frá rættinum. Mannarættindabrotið verður galdandi eitt heilt ár. Hetta er eftir mínum tykki rættiliga ræðandi og allarhelst meira álvarsamt enn Covid-19. 

Um ikki annað hava vit uppdagað, at rættindi á pappírinum eru bara nakað verd, tá ið alt er normalt. Sostatt eru tey ikki rættindi, og júst tað mæli eg til, at vit eru ærlig um. Lat okkum siga sannleikan heldur enn at halda, at vit eru so nógv betri enn øll onnur í verðini - tað halda fólk í Danmark eftir øllum at døma. Eitt kuriosum í tí sambandi: Tvungna ríkisborgarahandartakið má nú lúta fyri corona-smittuverju. Kanska er tað karma frá sjálvum Allah.

Um at lukrera upp á corona:
Tey, sum framleiða maskur, einnýtisbúnar og annað av tí slagnum, kallaði mín góði vinur og smittuverjufrøðingur, William Smith, fyri pappnasaídnaðin. Lat bara hatta orðið standa.

Um meg sjálvan og corona-deyðan:
Eg havi gjørt mína biologisku skyldu. Eg eri bara biomassi nú, og tað er einki, sum bendir á, at tann ella tey, sum taka mítt ervda pláss á klótuni, ikki eru minst líka fræg.

So, ja, 51 ár er eitt sera klókt boð uppá at kekka út, um tað so verður av corona-ávum ella við at verða raktur av onkrum lastbili á landsvegnum ella eini kokosnøt uttanlands.

Sjálvandi; hevði deyðin ført teg móti 72 moyggjum, so gav hann meira meining enn at borið teg móti einum einasta, myrkum moldbøkki. Men tað má mann so bara liva við.

Um corona og utilitarismu:
Hvar gongur markið fyri at hugsa um tann einstaka? Nær brúka vit so nógv tilfeingi upp á eitt individ, at tað forðar øðrum antin at liva ella at hava eitt nóg gott lív? Tað veit eg ikki.

Eg spyrji bara, um tað er rætt at brúka milliónir um árið at halda lív í einum sokallaðum margbrekaðum menniskja í okkara ríka parti av heiminum, vissi vit kundu brúkt sama tilfeingi til at hildið lív í 10 øðrum ella 100 øðrum ella kanska 1.000 øðrum medmenniskjum?

Ella hví ikki brúkt tað til okkurt, sum bøtti munandi um lívsgóðskuna hjá 10.000 børnum, ið hava tað øgiliga ringt?

Hesin utilitaristiski vinkulin er sera áhugaverdur, sjálvt um hann er torførur eisini; tí hvør skal eitt nú avgera, hvat lív er meira vert enn eitt annað? Ella um 100 lív eru meira verd enn eitt ávíst annað.

Um at hava tamarhald - á øllum:
Tað er so heilt inn í helvitisliga nógv, sum vit ikki hava tamarhald á, og sum vit neyvan fáa tamarhald á.

Men vit halda, at vit skulu hava stýr upp á alt og binda um heilar fingrar og heilgardera okkum móti øllum møguligum óundansleppiligum.

Hetta virksemið er sjálvandi eisini meiningsfult sum eksistensiel terapi - men vit mugu ikki gevast at kritisera, tá ið at kalla øll við valdi eru farin at hugsa og halda tað sama.

Tað er óunniligt, at øll hini máttleysu ganga strekkmarssj sama veg orsakað av einum substansleysum paradigmuskifti; sjálvt um tað skiftið uttan iva gongur yvir.

Um tilbúgvingarsjálvssving:
Mátti tilbúgvingin verið við okkum øllum! Nógv aspekt eru í coronaørskuni - aspekt, sum vit ikki fáa viðgjørt beint nú fyri óljóði, ótta, valdsmisbrúki, katastrofunormum og tilbúgvingarsjálvssvingi. Men samanumtikið haldi eg, at tá ið øll hugsa tað sama, er tað tað sama sum, at ongin hugsar.

Beint nú trúgva vit eftir øllum at døma á tríeinigheitina: Heilsuverkið, politikaran og eina heilaga, almenna pressu.

Anne Skare Nielsen, framtíðargranskari: "Det er for mig at se ude af proportioner at aflyse alle store arrangementer og begynde at lave regler for kindkys og kram. Det er altså meget godt en gang imellem at ringe til virkeligheden og spørge sig selv, om vi har prøvet noget lignende før. Ja, det har vi. Vi har masser af sygdomme, som smitter via kindkys og håndtryk - bl.a. almindelig influenza, som alene sidste år slog flere end 1.000 danskere ihjel - uden at vi tidligere har indført lignende regler. Det virker, som om man sætter hele verdensøkonomien på pause, fordi der er en forkølelsesvirus, der breder sig. Det er et typisk reaktionsmønster, når folk bliver bange og bekymret for ting, som er ude af ens kontrol,"

Um trúvirði í katastrofunarrativinum:
Problemið í okkara tíð er eisini, at alt møguligt óveruligt hevur hertikið heilan á fólki. Tað ber til at fortelja alskyns søgur fyri populatiónini, og hon hoppar upp á tað, tí hon teinkir ikki sjálv.

Eitt kuriosum: Danskarar hava nú í fleiri ár dvalt við eitt terrorálop, sum neyvan er nakað terrorálop. Hatta krúttunnutingið hevur einki við skipaðan yvirgang at gera. Hatta var ein ungur maður, sum drap tvey fólk í einum gemenum berserksgangi, sum danski staturin allarhelst sjálvur hevur skuldina av.

Tað vóru Anders Fogh Rasmussen og onnur í hansara sessi, sum vóru størri brotsfólk, tá ið tey hektaðu seg upp á eina aðra lygn; nevniliga ta amerikonsku lygusøguna um Afganistan og Irak og "muslimarnar" og alt tað.

Men við at billa fólki inn, at hasin ungi brotsmaðurin í keypmannahavnsku krúttunnuni og synagoguni í nánd var ein serliga potentur fani frá sjálvum Allah, sleppa teir veruligu berserksmenninir undan ábyrgd.

Almenna Danmark ger alt møguligt fyri at nøra um hetta alt ov ússaliga terrornarrativið; tey skriva sjónleikir, gera dokumentarsendingar og troytta fólk við heilum sjónvarpsrøðum um tað.

Tað sama fer at gera seg galdandi í coronaútspælinum hjá donsku stjórnini.

Tá ið fólk eru vorðin fepurfrí, fara almennu ábyrgdarfólkini at konkludera, hvussu ófatiliga klók tey hava verið, og at tey hava bjargað eini rúgvu av dønum(!), og at 1.250 fólk eru deyð av corona, sjálvt um tey einamest eru deyð av elli og aðrari natúrligari elendigheit.

Um sóttarhald:
Ein av teimum sóttarhildnu er júst afturkomin til bygdar her. Eingin virus vísti seg í honum teir 14 dagarnar á Hotell Vágum.

Hvat nú, um persónurin aftur møtir onkrum smittaðum? Skal viðkomandi so haldast aftur í 14 dagar afturat - kanska á Hotell Streym i Havn? Og aftan á tað sama túr á Bakkanum í Vági?

Um eitt neyðarróp úr Danmørk:
Vermamma ein vinmann niðri hevði hesa viðmerking um avleiðingina av corona-tiltøkunum í Danmark:
"Hvorfor lader vi ikke bare de gamle og syge dø? I det mindste vil døden ske forholdsvis hurtigt, skulle de nu blive smittet. Istedet for at ødelægge mit og mange andres sociale liv? Vi har ikke andet. Dette som sker, er meget forkert." Kisser, 65 ár, Horsens

Um, hvat mann ikki hevur umrøtt sum alternativ til at lukka alt niður:
Fólk í vandabólki kundu verið kunnað og rádd til at ansað sær fyri smittuni; tað er eldri fólk, fólk við lungasjúkum og høgum blóðtrýsti o.s.fr.

So kundi landið brúkt yvirskotsorku sína til at gardera seg upp á snarljósmanér í heilsuverkinum við at t.d. innkeypa nóg nógvar respiratorar og upplæra fólk at brúka teir; altso at lata tilbúgvingina vera har, sum hon eigur í hesum føri: Á sjúkrahúsum og á interimistiskum lasarettum, sum skuldu verið gjørd klár í skundi til møguliga viðgerð.

Um "løgna" sóttarhaldslogikkin:
Tað er okkurt undarligt við høvuðsargumentinum hjá sakkunnleikanum við Kaj Leo á odda: Teir siga, at teir vilja líkasum "koyra illa sjúk fólk so líðandi gjøgnum sjúkrahúsverkið".

Fínasta slag.

Men fyrst koyra teir fólk í sóttarhald - altso ósmittað fólk. Tey sita har 14 dagar í Vágum ella heima.

So koma tey útaftur uttan at hava verið sjúk. Higartil er eingin álvarsliga coronaraktur endaður á sjúkrahúsi. So ongin er enn "avgreiddur" har, sum tað stóra trýstið kanska fer at vera.

Ongin er "komin so líðandi ígjøgnum".

Eg spyrji bara, nær hatta við at fáa skirvislig fólk "so líðandi" ígjøgnum byrjar? Hevur nakar verið í hasum respiratorinum?

Kanska verður annað hvør smittaður. Hvat skal so sóttarhaldið vera til?

Tey sóttarhildnu koma útaftur.

Hvat er tá vunnið, um annað hvør verður smittaður allíkavæl, og vit einki hava forhálað yvirhøvur í respirator-høpi?

Gerið fólki tann beina at forklára tað, næstu ferð tit fara á tíðindafund.

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo