Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tann dámligi lærarin og  tann stálsetti javnaðarmaðurin, Johan Samuelsen í Tórfinnsgøtu er farin.

Hann arbeiddi meira enn ein mansaldur sum lærari í Tórshavnar kommunu.

Hóast hann sum bara 43 ára gamal fekk ein skaða í ryggin, so hann ikki fekk gingið, røkti hann kortini trúgvur sítt arbeiði við hjalp av ymsum tekniskum skilaamboðum og einum  serliga vælutgjørdum avlamis-bili.

Hann luttók dugliga  í flokksarbeiði, bæði sum fundar-debattørur  og við vælskrivaðum greinum  í Sosialinum.

Tá ið valg vóru, skipaði hann ofta fyri valgagitatiónini uppi á Heygsbreyt, har hann sat við  telefonina og stýrdi valgstríðnum saman við fleiri garvaðum javnaðarfólkum.

Hann bleiv longu sum 13 ára gamal hugtikin av Petur Mohr Dam, tá ið hann bleiv álopin av vittíggjum, sum herjaðu á hann, tá ið hann kom í land av Tjaldrinum við tí liðugt  gjøgnumførdu fólkapensiónini.

Jóhan tók ofta til um tann  ógvisliga, brutala og ógloymiliga  tilburðin, sum gjørdi hann til socialdemokrat fyri livið.

Sjálvur havi eg  havt  pædagogiskt samarbeiði við Johan um skúlabarnaferðir millum Køge og Tórshavn.

Hann hevur eisini verið hollur at heita á um alskyns mál úr tí flokkspolitisku  søguni.

Vit hittust til fundar, bæði í fjør summar og fyrraárið, har hann greiddi frá mongum úr  javnaðarsøguni.

Friður verið við minninum um Jóhan.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo