Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

ICEJ Føroyar og Vinafelagið Føroyar – Ísrael: Løgtingið samtykti í 2019 at gera 27. Januar til almennan minningardag um Holocaust og fólkadráp.

Í tí sambandi fara ICEJ Føroyar saman við Vinafelagið Føroyar – Ísrael at skipa fyri einum Holocaust minningarhaldi fríggjakvøldið 27. Januar kl 19:30 í Kelduni í Skálafirði.

Á skránni verður m.a. sangur, violin framførsla við myndum, innsløg, og ein fyrilestur við Dag Øyvind Juliussen, sum er dagligur leiðari av ICEJ Norra og partur av høvuðsleiðsluni hjá ICEJ í Jerúsalem, og er eisini aktivur í samkomuvirksemi.

Leygardagin 28. jan. kl. 14 verður sjóneykan sett á Ísrael har Dag Øyvind Juliussen kemur at hava tveir áhugaverdar fyrilestrar

•     tann fyrri verður “Ísrael og hersetingin”

•     tann seinni “Ísrael í Bíbliuni”.

Fleiri kenna Dag Øyvind frá sendingum um Ísrael á Visjon Norge, har hann gjøgnum árini hevur framleitt yvir 600 sjónvarps- og útvarpssendingar. Hann ferðast eisini javnan runt og undirvísir og prædikar um Ísrael.

Øll eru hjartaliga vælkomin inn í Kelduna í Skálafirði bæði fríggjakvøldið og leygardagin. Drekkamuður. verður aftaná bæði tiltøkini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo