Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mikukvøldið 25. januar – á pálsmessu- klokkan 19.30 fara hjúnini Elsa og Róland í Skorini at hugleiða og siga frá dømum um Holocaust og um, hvussu slík fólkadráp kunnu bera til.

Tiltakið verður í Kirkjuhúsinum í Sørvági. Aftan á verður drekkamunnur.

Holokaust (holo’kå˙st) er gamalt orð, og merkir upprunaliga brennioffur. Í dag verður tað mest sett í samband við nazistisku jødatýningina áðrenn og undir øðrum heimsbardaga. Tilvísingin til brenniovnarnar er greið.

Men orðið kann saktans førast yvir á aðrar hendingar bæði áðrenn og eftir ræðuleikarnar undir krígnum. Fólkamorð kann orðið væl týðast til, hóast kanska ikki øll offur verða brend.

Men far ikki skeivur. Tað hendir enn, og fer saktans at halda fram. Tí er umráðandi, at júst slík tiltøk varpa ljós á ræðuleikarnar.

Orð virka sum skamtað arsenikk : Tað verður svølgt, uttan at tú gevur tær far um tað, tað tykist ikki at rína á, men sum frá líður ger ávirkanin frá eitrinum vart við seg”.
(Victor Klemperer)

Prestarnir í Vága prestagjaldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo