

Tey hava bæði lisið til lækna í heimlandinum, Brasilia, og eru júst liðug við lesnaðin. Í tí sambandinum, vildi hann fegin bjóða henni á eina "lívsins ferð" til Norðurlond, millum annað Føroyar.
Her hevði hann tann "skumla planin" at fara niður á knø, men visti ikki rættuliga, hvat hevði verið ein hóskandi karmur um hesa stórhendingina.
Hann fekk Visit FaroeIslands at hjálpa sær við nøkrum uppskotum, og tá tað so hendi fyrradagin var Vágoyggin og Bøsdalafossur staðið.
Rafael Soneghet sigur við VP, at tey stórtrívast í Føroyum.
Rafael hevur eisini eina hepna hond við myndatólinum, og tey sum ynskja at síggja fleiri av myndum hansara kunnu hyggja her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo