Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Hotel Hafnia hevði eitt munandi betri ár í fjør enn fyrraárið. Bruttovinningurin meira enn tvífaldaðist og endaði á 56,8 mió kr og ársúrslitið fór frá halli í 2020 uppá 6,6 mió kr til vinning í fjør uppá 7,4 mió kr. Ella við øðrum orðum eitt bøtt úrslit uppá slakar 14 mió kr.

Roknskapurin hjá Hotel Hafnia fevnir eisini um virksemið hjá Hotel Brandan.

Talið av starvsfólki vaks eisini heilt munandi í fjør í mun til fyrraárið, eins og sum vera man lønarútgjaldingarnar. Hópurin vaks úr 95 upp í 127 og lønirnar úr 25,5 mió kr til 35 mió kr.

Fíggjarstøðan javnvigar við 274 mió kr og eginognin var 52 mió kr við ársskiftið.

Í roknskapinum verður upplýst, at felagið í 2021 fekk 10 mió kr í covid-19 stuðli, harav umleið helvtin viðvíkir roknskaparárinum frammanundan. Uttan stuðulin hevði úrslitið í fjør verið hall á umleið 0,7 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo